Miðstaðarøkið í Kollafirði, skal skipast betur.
Tað er ein niðurstøða á borgarafundi í Kollafirði í gjárkvøldið, har einir 150-200 kollfirðingar vóru møttir.
Les eisini: Kollfirðingar vilja hava frið fyri seyði
Jákup Dam, sum bæði er kollfirðingur og býráðslimur, sigur, at eitt, kollfirðingar hugsa nógv um, er at miðstaðarøkið í bygdini verður skipað betri.
Nógv er bygt í miðstaðarøkinum, bæði skúli, ítróttarhøll, læknaviðtala og annað.
Í hesum sambandi hevur verið tosað um, hvussu skúlin kann skipast trygt.
Men kolfirðingar eru ikki á einum máli um, hvussu hetta skal skipast.
Á myndini er Jákup Dam, í miðjuni, á býráðsfundi í Havn, við Sjúrði Olsen vinstrumegin á myndini, og Marin Katrinu Frýdal, høgrumegin
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvar Jákup Dam taka samanum borgarafundin í Kollafirði í gjárkvøldið – og tað gjørdi hann á Rás2 í dag.
|