Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi, staðfestir, at tað er við til at skapa ein ávísan tryggleika frameftir, at felagið aftur komandi kappingarár hevur sama høvuðsstuðul.
? Vit hava verið sera glað fyri samstarvið hesi trý undanfarnu árini, og tí fegnast vit um, at tey hjá Tryggingarfelagnum Føroyar hava tað upp á sama máta. Aftur í ár hava vit eina góða avtalu, ið vónandi fer at gagna báðum pørtum, sigur Róland Højsted.
? At hava ein góðan høvuðsstuðul hevur stóran týdning fyri eitt fótbóltsfelag sum okkara, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum, skulu vit bjóða restini av fótbólts-Føroyum av, sum vit gjørdu tað í fjør, sigur Rólan Højsted
Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, sigur, at tað í farna kappingarári var ein sonn fragd at fylgja við EB/Streymi.
? Og ikki kann sigast annað, enn at vit hava fingið valuta fyri hvørja krónu, tí undanfarna kappingarárið tók øll umrøða av føroyskum toppfótbólti útgangsstøði í EB/Streymi. Vit hava verið errin av og fegin um, at vit sum høvuðsstuðul á síðulinjuni kundu vera við í spennandi kappingini í oddinum, sigur hon.
Hon vísir eisini á, at gongdin seinnu árini hevur víst, at felagið ger støðug framstig og sera sannlíkt fer at liggja í oddinum komandi mongu árini.
? Samstarv okkara við EB/Streym higartil hevur víst, at felagið til fulnar hevur livað upp til tær vónir, ið settar eru, staðfestir Kristina Háfoss.