Tryggir í 1. deild

Eftir tvey heldur skuffandi úrslit í seinastu umførunum í vikuskiftinum, endaðu føroyingar á flatlondum á einum 6. plássi, bert hálvt stig frá 5. plássi. Samanumtikið varð kappingarárið tó nøktandi

Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn hevur fingið virðing kring danska talvheimin. Mong høvdu væntað, at felagið ikki fór at megna at halda seg uppi fyrsta árið tað royndi seg í elitudeildini. Tvørturímóti, so vórðu talvútisetarnir ongantíð í niðurflytingarvanda. Vit royndu at kalla alt kappingarárið at nærkast triðja plássinum, og hampiligur møguleiki var eisini at førka okkum av 6. plássinum, vit høvdu framanundan tveimum teimum seinastu dystunum.
Tíverri gekst ikki heilt til vildar leygardagin, tá vit hittu toppliðið Skolerne, sum halda til í Århus. Miðjað varð ímóti einum 4-4 úrsliti, og sanniliga vóru støður á borðunum til fðra stig. Men seinasta tíman í dystinum brast hendan vónin, og vit máttu taka til takkar við einum 2,5 - 5,5 tapi, sum tó kortini ikki kann sigast at vera eitt sermerkt vánaligt úrslit.
Sunnudagin vórðu allir samdir um at fara kompromileyst eftir knúsandi stórsigri móti botnliðnum Århus. Fløskaði úrslitini seg í seinasta umfarinum, var ein møguleiki fyri at enda í ovaru helvt. Knúsandi stórsigurin bleiv tó bert til ein tepran 4,5 ? 3,5 sigur.
Tvey tey niðastu liðini - Nørresundby og Århus - flyta niður í 2. deild. Vit vórðu 7,5 stig frá niðurflytingini.
Norski stórmeistarin á liðnum, Einar Gausel, varð okkum ein góður fongur. Hann leikti trygt við svørtum, og vann flest øll talvini við hvítum. At hava slíkan mann á fyrsta borði er tryggjandi. Flóvin Tór Næs og yvirritaði vinna sær fitt av rating, meðan Heini Olsen og Heini Danielsen høvdu miðalgóð úrslit. John Rødgaard var ein effektivur útskiftari.
Tíverri gekst ikki eins væl hjá Nikolaj Borge, John Arna Nilssen og Eyðun Nolsøe á ávíkavist 2., 3. og 5. borði.
Helsinge vann rættiliga trygt DM fjórða árið á rað. Málið hjá okkum komandi kappingarár er at røkka ovaru helvt, helst heiðursmerkjapláss.

1. deild - Endaliga støðan
1Helsinge39,5
2Skolerne34,5
3SK 196832,0
4K 4129,5
5Brønshøj26,5
6TF-Føroyar26,0
7Nørresundby18,5
8Århus17,5

Føroysku einkultúrslitini
GM Einar Gausel4 av 6
IM Nikolaj Borge2,5/7
John Arni Nilssen3,0/7
Flóvin Tór Næs3,5/7
IM John Rødgaard2,0/3
Heini Olsen3,0/6
Eyðun Nolsøe1,0/5
Carl Eli N. Samuelsen4,0/7
Heini Danielsen3,0/7
Arild Rimestad0,0/1

Púra opið í Linares
Sjáldsama javnt er í siðvondu Linares kappingini í Spania. Peter Leko hevur hildið eina spinkla leiðslu síðani fyrsta umfar. Hann hevur vunnið tvey talv og leikt seks javnleikir. Beint í hølunum á honum koma Garry Kasparov og Vladimir Kramnik. Veselin Topalov og Alexei Shirov lúra eitt vet aftanfyri toppin, meðan spanska vónin Francisco Vallejo og hin ungi Teimour Radjabov stríðast í botninum.
Kappingin í ár hevur verið merkt av óvanliga nógvum stuttum javnleikum. Serliga verður Kramnik kritiseraður fyri at vera ov glaður fyri javnleik innan talvini eru gliðin inn í miðspælið.
Leko vann kappingina í fjør, og ikki tykist tað sum um Kasparov ella Kramnik megna at taka Leko aftur. Tó resta enn fðra umfør, og millum annað hittust Leko og Kramnik eftir evstamark tðsdagin.