Lagt er upp til eitt framúr ár hjá Víkingi. Triðbesta liðið hevur tryggjað sær bronsuheiðursmerki í 2. deild. Effodeildarliðið er á gáttini til at endurvinna FM, og í dag tryggjaði 1. deildarliðið sær silvur aftaná ein 4-0 stórsigur ímóti TB/FCS/Royn við Stórá í Trongisvági. Í steðginum var Víkingur á odda 2-0.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við venjaran hjá 1. deildarliðnum hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen aftaná 4-0 sigurin við Stórá í Trongisvági.
Jóhan Petur Poulsen greiðir frá, at hansara menn løgdu eitt sera gott avrik fyri dagin, bæði í undanvindinum í fyrra hálvleiki, og í mótvindinum í seinna hálvleiki. Hann staðfestir, at talan er um eitt lið við nógvum ungum og evnaríkum spælarum, harav fleiri uttan iva fara at gera vart við seg í effodeildini um ikki ov langa tíð.