Føroyska U18-landsliðið hjá kvinnum spældi í dag ímóti Montenegro. Undan dystinum var greitt at vunnu Føroyar dystin, so skal føroyska liðið spæla plaseringsdyst um at enda nummar 13 ella 14 í European Open-kappingini, sum verður hildin í Göteborg í hesum døgum.
Og tað gekk upp á stás hjá ungu, føroysku kvinnunum, ið vunnu ein tryggan sigur. Heilt væl gekk tað í fyrra hálvleiki, har føroyska liðið var á odda heili 9-3 eftir 20 minuttir. Montenegro kom tó betri við í endanum av fyrra hálvleiki - hálvleiksstøðan var 9-6 til Føroyar.
Í seinna hálvleiki settu Føroyar enn einaferð Montenegro so dyggiliga upp á pláss, tí at tá ið 43 minuttir vóru farnir var støðan longu 15-7. At enda fekk Montenegro minkað eitt sindur um munin, og gjørdist endaliga úrslitið 17-12 til Føroyar.
Sostatt skulu Føroyar spæla plaseringsdyst um at enda antin nummar 13 ella 14. Tað er ikki heilt greitt enn, hvat mótstøðuliðið verður, men tað verður antin Slovakia, Ísland ella Georgia.
Føroysku málskjúttarnir í dagsins dysti vóru hesir:
Føroyar-Montenegro 17-12 (9-6)
Føroyar: Marianna Geirsdóttir Eystberg 5, Tóra Eliasen 4, Maria Halsdóttir Weyhe 3, Súna Krossteig Hansen 2, Beinta Bárðardóttir 2 og Siw M. Larsen 1