Trygvi aftur stóra avbjóðing í Eysturoy

Avrikini siga, at tað ikki er ómøguligt hjá 07 Vestur ímóti NSÍ, sum ikki hevur verið sannførandi á heimavølli

Higartil hevur tað ikki hilnast soleiðis á heimavølli, sum teir í NSÍ høvdu roknað við. Hagtølini siga 1-0 sigur á HB, 1-0 tap ímóti Víkingi og javnleikir ímóti Skála og uppflytarunum í EB/Streymi.

-Hóast tað ikki hevur gingið eftir vild á heimavølli, so eru vit bara trý stig frá toppinum. Vit skulu vinna heimadystirnar, um vit framvegis skulu vera við í fremstu røð, staðfestir NSÍ málverjin Símun Rógvi Hansen, sum var burturstaddur, tá ið NSÍ spældi 2-2 ímóti Skála, og Karstin Hansen vardi heimamálið.

 

Seinnapartin verður fyrrverandi NSÍ spælarin og venjarin Trygvi Mortensen gestur við Løkin. Saman við Albert Ellefsen hevur tað eydnast Trygva at smíða 07 Vestur lið saman, sum hevur vunnið úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar. Á pappírinum sá tað ræðandi út, at avbjóðingarnar á útivølli nú vóru Víkingur, NSÍ, B36 og so KÍ á norðoyastevnu.

Fyrsta royndin – tann í Gøtu – eydnaðist væl, og uppskriftin verður tann sama við Løkin ídag:

-Úrtøkan fýra tær seinastu ferðirnar er átta stig. Tað ber við sær, at sjálvsálitið er stórt, nú vit fara til Runavíkar. Vit vita, at tað verður torført, men vit rokna við møguleikanum. Tað er hugaligt, at tað nú eydnast at flyta liðið longri fram á vøllin. Uppskriftin var í Gøtu hart arbeiði alla tíðina, og hon er tann sama, nú NSÍ bíðar okkum, sigur Trygvi Mortensen.

Í upprunaligu skránni var hesin dysturin ásettur at vera í Sørvági. At liðini hava skift um heimavøll kemst av, at tað í hesum døgum verður lagt nýtt graslíki á vøllin í Sørvági. Meðan teir arbeiða við at leggja nýtt graslíki á vøllin, venur 07 Vestur í Miðvági.