Trýr ikki upp á talent

- Talent er ikki nakað, sum er til. Eg eri sannførd um, øll kunnu læra seg at duga eitthvørt væl, sum til dømis at spæla sjónleik, sigur Marita Dalsgaard

- Talent er ikki nakað, sum er til. Eg eri sannførd um, øll kunnu læra seg at duga eitthvørt væl, sum til dømis at spæla sjónleik. Um øll høvdu talent, var eingin orsøk til at hava útbúgvingar.

 

 

Tað heldur 44 ára gamla Marita Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri. Seinastu vikurnar hava yvir túsund fólk verið í Sjónleikarhúsinum og sæð leikin Sangur í mjørka, sum Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað.

 

 

 

 

Tann 2. november var frumframførslan av leikinum ”Sangur í mjørka”, sum Elin á Rógvi hevur skrivað, og Marita Dalsgaard hevur leikstjórnað. Ein leikur, sum hon upp á mangar mátar er serstakliga væl nøgd við.

 

 

- Eg eri ógvuliga errin av leikinum og ikki minst teimum leikarunum, sum eru við. Onkursvegna hava vit megnað at fingið tey røttu fólkini til hvønn einstakan leiklut, og tað er eisini tí, at hetta er tann leikurin, eg eri glaðast fyri at hava verið partur av, sigur Marita Dalsgaard og heldur fram:

 

 

- Fyri meg hevur tað týdning, at tey, eg arbeiði saman við, hava ein opinleika, tíma at læra og tíma at vera skapandi saman. Tað er hesum, eg hyggi eftir, meira enn eg hyggi eftir talenti sum so, sigur Marita Dalsgaard, sum er av tí sannføring, at talent ikki er til.

 

 

- Eg trúgvi ikki upp á talent, tí eg haldi, at øll kunnu læra at duga eitthvørt væl, bara tey vilja tað nóg nógv. Sjálvandi eru tað summi, sum hava betri hegni til at spæla sjónleik enn onnur, men heilt grundleggjandi haldi eg, at tað snýr seg um, at tú sum leikstjóri skalt duga at gera leiklutirnar til leikararnar og ikki umvent, sigur Marita Dalsgaard.

 

Les alla samrøðuna við Maritu Dalsgaard í Sosialinum hetta vikuskiftið ella við at trýsta her