Útselt til harmonikutúrin

Tá Norrøna í august fer sjenda harmonikutúrin til Noregs, verður skipið fullsett. Hóast tveir mánaðir enn eru til farið verður, eru at kalla eingir ferðaseðlar eftir. Fólk bíleggja fyrr enn vanligt til tann túrin

Sannur gravgangur er eftir ferðaseðlum til árliga harmonikutúrin við Norrønu.

Longu nú, tveir mánaðar áðrenn túrurin verður gjørdur, er at kalla útselt.

Av Smyril Line verður sagt, at einans tvey fýrakoyggjukømur uttan WC og bað eru eftir, umframt couchettirnar í erva.

Hetta er sjeynda árið á rað, skipað verður fyri hesum túrinum.

Fimmboði Lisberg, sum saman við Paula Jacobsen er stigtakari, sigur, at tað eru ikki bara føroyingar, sum hava víst hesum túrunum áhuga. Eisini í londunum rundan um okkum er túrurin vorðin kendur.

Fimmboði Lisberg sigur, at í ár verða spælimenn úr ymsum londum við, bara soleiðis av áhuga. Teir vænta og vóna at sleppa at spæla í onkrum króki umborð, líkasum uttan fyri skránna.

Men eisini onnur vísa tiltakinum áhuga, sigur Fimmboði Lisberg.

Norska ferjureiðaríið Colour Line hevur spurt seg fyri, hvussu liggur fyri við einum túri í Eystrasalti við einum av skipum teirra.

Fimmboði sigur, at hugsað hevur verið um at gera ein føroyingatúr burtur av, har siglt verður »bæ av bæi« at heinta føroyingar. Ætlanin er, um nakað verður burtur úr, at fáa samband við føroyingafeløg uttanlands, og so fáa luttakarar haðani.

Norðmenninir eru hugtiknir av evnum føroyinga til at hugna sær. Teir kenna ikki til hendan serliga siðin við dansi og felagssangi, sum brúktur verður umborð á Norrønu, sigur Fimmboði Lisberg. Men enn er hetta tó bara ein tanki.

Sjálvur harmonikutúrurin við Norrønu í ár verður í døgunum 23. til 26. august.

Skráin verður á leið tað, hon plagar at vera.

Spælt verður einar 24 tímar um samdøgurði. Sjálvandi upp á skift.

Fimmboði sigur, at einir 20 - 30 spælarar verða við.

Vanliga hevur onkur útlendingur verið við á almennu skránni. Og soleiðis verður aftur í ár.

Hesaferð er tað eitt hetlendskt orkestur, sum fer at lutaka. Hetta orkestur nevnir seg »Da Fustra«, sum á gæliskum málið merkir brim ella uppgangur.

Um sjálva skránna er at siga, at felagssangur verður í cafeteria klokkan 20, har nakrir av musikarunum fara at spæla undir. Sungið verður úr heftum, sum gjørd verða til endamálið. Til ber at fáa heftini umborð.

Klokkan 22 verður so dúrkið í náttklubbanum ruddað, so dansiplássið verður so nógv sum gjørligt. Og so er tað bara lagið hjá teimum ferðandi, sum avger, nær hildið verður uppat.

Sum skilst plagar tað, sambært vanligari siðvenju, at vera seint - ella tíðliga á morgni, um ein vil.