Útselt upp á 49 dagar

Hóast tað enn er eitt hálvt ár áðrenn Voxbotn 2018 fer av bakkastokki, so kunna fyrireikararnir longu nú boða frá, at tað er útselt til ársins tiltak einans 49 dagar eftir, at sølan av atgongumerkjum byrjaði.


- Tað hevur annars verið útselt til Voxbotn øll árini, men ongantíð áður hevur tað gingið so skjótt at selt øll atgongumerkini. Forsølan byrjaði 4. november, so tað tók bara 49 dagar at selja øll atgongumerkini, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.


Tað merkir millum annað, at eingin durasøla verður til ársins Voxbotn, men um tað eru nøkur, ið enn ynskja sær atgongumerkir, so er enn ein møguleiki at ogna sær atgongumerkir.


- Nú tá tað er útselt, verður eingin durasøla til Okkara Voxbotn 2018. Tó verða eins og undanfarin ár 200 atgongumerki sett til sølu í vikuni, sum Voxbotn er, serliga ætlað ferðafólki og vitjandi. Hetta er fyri at geva teimum, sum ikki vistu um Voxbotn, og sum koma til landið í summar, ein møguleika at ogna sær eitt atgongumerki. Royndirnar frá undanfarnum árum hava víst, at ferðafólk og onnur vóru sera fegin um henda møguleikan, og øll tey 200 atgongumerkini hava verið seld eftir lítlari løtu, skriva fyrireikararnir.


Millum nøvnini á ársins tiltaki eru rokkbólkurin Nephew, DJ’arin Mike Perry, Gilli, DJ’arin BJones, Byrta, Hardinger Band, Swangah, Janus & Jens Marni, Hamradun og Danny & The Veetos.


Hetta er sjeynda árið, at Voxbotn verður fyriskipað.