Ergoterapeutfelagið mælir, í brævið til avvarðandi landsstýrisfólk, til, at broytingar í forsorgarlógini verða útsettar, tí onkrar hava við sær, at børn sum fáa privata ergoterapi ikki fáa stuðul til hesa Í brævið stílað til Aksel V. Johannesen og Rósu Samuelsen, mælir Ergoterapeutfelagið til, at summar av ætlaðu broytingunum í forsorgarlógini, sum skulu gerast 1. januar verða útsettar fyri at børn við tørvi á ergoterapi ikki verða við skerdan lut.
Felagið leggur dent á, at tað hevur roynt at fáa sáttmála í lag við Meginfelag Føroyska Sjúkrakassa, men at hetta ikki hevur eydnast, og við ætlaðu broytingunum verður stuðul bert latin til viðgerð, sum er eisini er fevnd av sjúkrakassanum.
- Ergoterapeutfelagið hevur í fleiri ár roynt at fáa sáttmála við MFS, tíverri uttan úrslit.
Av tí at ætlanin er at broyta Sjúkrakassaskipanina til eina Sjúkratrygging, ynskir Meginfelag Føroyska Sjúkrakassa ikki at fara í nýggjar samráðingar, skrivar felagið og mælir tí til at útseta broytingarnar.
- Vit eru vitandi um, at hugsað verður um aðrar møguleikar at skipa barnaergoterapi, men av tí at hesar ætlanir, í øllum førum, ikki verða settar í verk innan januar 2010, mæla vit til at broytingarnar í forsorgarlógini ikki koma í gildi fyrr enn antin nýggj skipan er sett í verk ella sáttmáli millum MFS og Ergoterapeutfelagið, er komin upp á pláss, skrivar felagið millum annað í brævinum.
Felagið vísir somuleiðis á, at verða broytingarnar gjørdar sum ætlað, so eru nógv børn, ið ikki fáa møguleika fyri privatari ergoterapeutiskari viðgerð.
- So leingi nýggja Sjúkratryggingin ikki er komin at virka, og tað tískil ikki er møguligt at fáa sáttmála í lag, verða tað nógv børn, ið hava tørv á ergoterapeutiskari viðgerð, sum onki tilboð fáa eftir 1. januar 2010, og ganga vit útfrá, at tað ikki er ætlanin, ella hvussu?, spyr felagið Aksel V. Johannesen og Rósu Samuelsen.