Útskifting í nevndini hjá Kósini


 

Tvey nýggj umboð eru nú komin í nevndina fyri Kósavirkið í Klaksvík.

John Rajani og Gloria Kalsø søgdu seg herfyri úr nevndini, og nú er formliga skiftið gjørt.

Hanus Hansen, sum er stjóri hjá JFK, ið eigur Kósavirkið, er komin í nevndina, og hann loysir eisini Meinhard Eliasen av sum formaður.

Adrian Dalsá, sum er stjóri á Kósavirkinum, er somuleiðis komin í nevndina.