Stjórnarflokkurin í Sýrialandi, Baath-flokkurin, hevur skift alla floksleiðsluna út, uttan sjálvan forsetan, Bashar al-Assad. Hetta var úrslitið av einum longri leiðslufundi í flokkinum í gjár.
Burtursæð frá forsetanum, blivu eingir av hinum 17 limunum í floksleiðsluni afturvaldir á fundinum, tí al-Assad yngsti at lata yngri fólk sleppa framat.
Tað merkir millum annað, at varaforsetin, Farouk al-Sharaa (myndin), sum er sunnimuslimur og hevur røtur í uppreistrarbýnum, Deraa, er farin frá.
Hann hevur fleiri ferðir verið nevndur sum ein hugsandi leiðari fyri einari sýriskari skiftisstjórn, um forsetin hevði latið valdið frá sær.
Baath-flokkurin hevur stýrt Sýrialandi síðani 1963 og er máttmiklasti politiski flokkur í landinum.
Eisini andstøðan skifti út í síni leiðslu, tí Ghassan Hitto hevur lagt frá sær, eftir at tað ikki er eydnast honum at savna sýrisku andstøðuna um eina fyribils skiftisstjórn.