Tveir ráðharrar fingu durafjórðingin, og pláss var fyri fimm nýggjum andlitum, tá ið Poul Nyrup Rasmsussen í gjár boðaði frá broytingum í stjórnini.
Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharri, boðaði fyrradagin frá, at hann leggur frá sær, tí hann ikki metir seg vera rætta mannin at umsita uttanríkispolitikkin hjá Danmark, eftir at danir atkvøddu nei til evruna. Helveg er heitur talsmaður tøttum evropeiskum samstarvi, og hann heldur ikki, at hann er tann rætti at tæna áhugamálunum hjá Danmark, sum á fleiri økjum hevur valt at standa uttanfyri evropeiska samstarvið.
Hans Hækkerup fekk herfyri nýtt starv sum ST-ovasti í Kosovo, og Nyrup kundi tí fara at hugsa um at gera tær útskiftingarnar í stjórnini, sum fólk leingi hava bíðað eftir.
Tann týdningarmiklasti ráðharrin hjá Nyrup, Mogens Lykketoft, skal í nýggju stjórnini taka sær av uttanríkispolitikkinum í staðin fyri Niels Helveg Petersen. Saman við Nyrup er tað framum øll onnur Lykketoft, sum myndar politikkin hjá stjórnini, og hann hevur verið fíggjarmálaráðharri, líka síðani Nyrup gjørdist forsætisráðharri í 1993. Pia Gjellerup, vinnnumálaráðharri, skal avloysa Lykketoft í Fíggjarmálaráðnum.
Nýggjur verjumálaráðharri fyri Hans Hækkerup verður Jan Trøjborg, sum hevur verið menningarmálaráðharri.
Stavad verður sitandi
Hóast hann er millum teir mest umstríddu ráðharrarnar í stjórnini, so hevur Nyrup valt at varðveita skattamálaráðharran Ole Stavad. Hann verður kortini fluttur í Vinnumálaráðið, og við hesum vónar Nyrup helst, at hann ikki verður so ofta í andgletti longur. Hann ber orð fyri at krevja alt tað inn í skatti, sum krevjast kann - og so eitt sindur afturat. Hetta hevur givið andstøðuni í Fólkatinginum høvi til nógv álop á Nyrup-stjórnina, og eitt komandi Fólkatingsval fer helst í stóran mun at snúgva seg um høga skatta- og avgjaldstrýstið í Danmark.
At taka sær av skattaviðurskiftunum hevur Nyrup valt sær Frode Sørensen, sum er rættiliga nýggjur í politikki. Hann hevur verið bankamaður alt sítt lív, og kom ikki í Fólkatingið fyrrenn á valinum í 1998. Í bankaheiminum ber hann orð fyri at vera ein dugnaligur maður.
Fimm nýggj andlit
Frode Sørensen er eitt av fimm nýggjum andlitum, sum verða at síggja í nýggju stjórnini. Yngsti ráðharrin er tann 27 ára gamla Lotte Bundsgaard, sum verður nýggjur íbúðarmálaráðharri. Hon avloysir Jytte Andersen, sum hevur fingið durafjórðingin frá Nyrup. Ein annar umstríddur ráðharri, sum rýkur út, er Sonja Mikkelsen, heilsumálaráðharri. Í hennara stað kemur Arne Rolighed, sum hevur drúgvar royndir á heilsuøkinum. Hann tók í ár við starvinum sum formaður í danska Felagnum móti Krabbameini.
Pláss verður eisini fyri tveimum nýggjum radikalum ráðharrum. Landsformaðurin í Radikala Vinstra-flokkinum, Johannes Lebech, verður nýggjur kirkjumálaráðharri, og Anita Bay Bundegaard verður nýggjur menningarmálaráðharri. Hon starvast í løtuni á blaðnum Politiken.
Styrkir ikki um Nyrup
Spurningurin er, um Nyrup við nýggju stjórnini hevur styrkt um støðuna hjá flokki sínum, sum stendur seg sera illa í donsku veljarakanningunum. Anders Fogh Rasmussen vil fegin sleppa framat forsætisráðharrasessinum, og gongst sum veljarakanningarnar spáa, so verður hann næsti forstætisráðharrin í Danmark.
Við broytingunum í stjórnini vónar Nyrup at vinna álitið frá fólki aftur, men hesum ivast donsku fjølmiðlarnir í. Fleiri bløð skriva í oddagreinunum í dag, at broytingarnar ikki muna nóg nógv, og at Nyrup ikki stendur styrktur eftir dagin í gjár.