KJAK
Nógv kjak var í seinastu viku um tali- og skrivifrælsi í kjalarvørrinum av myndunum hjá Ole Wich, har hann m.a. samantvinnar Merkið og orðið homoFObia.
Eisini varð ein heimasíða latin upp, har Ole Wich sum persónur varð sera ógvusliga hartaður og niðraður og samanborin við fleiri óhugnaligar persónsmenskur og fyribrigdi úr heimssøguni, m.a. Mao og Auschwitz.
Maðurin, sum stendur aftan fyri hesa heimasíðuna, er Jón Ellendersen, og hann var til seinasta løgtingsval uppstillaður fyri Sjálvstýrisflokkin. Harafturat eru innlegg frá honum eisini at síggja á heimasíðu floksins.
Kári P. Højgaard, tinglimur og formaður Sjálvstýrisfloksins, vil tó ikki gera stórvegis viðmerkingar, um heimasíðan hjá Jón Ellendersen skal fáa avleiðingar fyri hann.
- Nú eru so nógv farin úr Sjálvsstýrisflokkinum, at nú kunnu ikki so nógv vera eftir, svaraði Kári P. Højgaard skemtandi, tá Sosialurin spurdi hann, um møguligar sanktiónir kundu koma upp á tal.
Kári P. Højgaard, sigur, at sjálvur metir hann kjakið í seinastuni hava verið ótrúliga langt úti í heila tikið, sum hann orðar seg, og kallar samstundis kjakið sera einvíst og heldur stóra slagsíðu vera í orðaskiftinum uttan at fara nærri inn á, hvat hetta merkir.
- Málið er skúmað upp, og orðaskiftið er uttan proportiónir, og hetta hevur fylt alt ov nógv. Eg taki undir við hvørgum av teimum, sigur tinglimur Sjálvstýrisfloksins, tá hann verður spurdur, um hann metir mun vera á tí, sum Ole Wich og Jón Ellendersen hava gjørt. Kári P. Højgaard leggur tó afturat, at hann metir Merkið vera heilagt fyri føroyingar og sipar til krossin í Merkinum.
- Tað er altíð óheppið, tá eitt kjak fer av sporinum, og í hesum førinum er tað farið sporinum í báðum førum, sigur Kári P. Højgaard.
Tað er sostatt ikki greitt, um heimasíðan hjá Jón Ellendersen fer at fáa avleiðingar fyri hann í partapolitiskum høpi.