Útstykkja 13 nýggj grundstykki á Sandi

Hetta er fyrsta útstykking í eini 12 ár, sigur borgarstjórin. Komandi tunnilin skapar tørvin.

 

Kommunustýrið á Sandi samtykti í gjár at útstykkja 13 nýggj grundstykkir uppi á Vatnsryggi, tað liggur ímillum býlingin undir Reynum, og summarhúsaøkið handan Hamralið.

 

Brandur Sandoy, borgarstjóri, sigur við Miðlahúsið, at hetta er fyrsta útstykking á Sandi í eini 12 ár.

- Vit hava í longri tíð verið í tí støðu, at vit einki grundstykki hava havt at bjóða fólki, og tað máttu vit nú gera nakað við, sigur hann.

 

Hann sigur, at tað er nakað av eftirspurningi eftir bústaði í bygdini og vónar, at nýggju grundstykkini fara at tálma tørvin nakað.

- Vit hava eisini merkt ein øktan áhuga, nú Sandoyartunnilin nærkast. Teir byrja jú eftir ætlan at bora hann longu næsta ár, so nú byrjar at hasta at fáa nøkur fleiri grundstykki í bygdini, sigur Brandur Sandoy.

 

Tað er ikki einans eftir grundstykkjum, at stórur áhugi er. Fleiri spyrja eisini kommununa um møguleikan at fáa eini sethús í bygdini.

- Tað er tó ein størri avbjóðing. Tað eru 270 hús í bygdini, men 70 av teimum standa tóm. Tað eru avbygdafólk, sum eiga tey og nýta tey sum summarhús. Tað hevði verið ynskiligt, um fólk búðu í teimum alt árið, men tað vísir seg, sum at eigararnir antin ikki eru sinnaðir at selja ella bíða við at selja til tunnilin er klárur, sigur Brandur Sandoy.

 

Umsitingin hjá kommununi er nú farin undir at heinta tilboð inn uppá byggibúning, og Brandur Sandoy sigur, at hann vónar, at grundstykkini eru klár at handa fyrstu borgarunum í vetur ella komandi vár.