LANDSLIÐIÐ
Í vikuskiftinum varð farið undir fyrireikingarnar til nýggja landsliðsárið. 27 spælarar vóru leygardagin og sunnudagin á venjingarlegu í Gundadali. Sum tað varð nevnt í blaðnum í síðstu viku, so verður í samráð við Sport 5, sum eigur sjónvarpsrættindini til dystirnar hjá føroyska fótbóltslandsliðnuim, arbeitt við at fyrireika venjingarlegu í Florida seinni í vetur.
Ætlanin er, at 20 útispælarar og tríggir málverjar skulu við á venjingarleguna í USA. Hvørjir fara at fáa boð til spennandi venjingarleguna, verður gjørt av eftir næstu venjingarleguna, sum verður í Gundadali vikuskiftið 28. og 29. januar.
- Vit høvdu 27 spælarar saman hesa ferð. Veðrið var einki serligt, men tað er veðurgott í Gundadali, og eftir umstøðunum eydnaðist tiltakið væl, sigur Jógvan Martin Olsen, sum fyri fyrstu ferð hevði høvuðsábyrgdina av landsliðnum.
Hóast landsliðið ikki hevur verið saman, síðani nýggi venjarin varð settur, so hevur hann í fleiri mánaðir arbeitt við at fyrireika nýggja landsliðsárið.
- Sum altíð so vóna vit, at tað eisini í ár fer at eydnast at fáa onkrar vinardystir, áðrenn vit seint í summar og í heyst skulu spæla EM undankappingardystir. Men tað ber ikki til at gera avtalur um vinardystir, fyrrenn lutakastið til EM undankappingina hevur verið, og skráin fyri undankappingina er løgd, sigur Jógvan Martin Olsen.
Lutakastið verður fríggjadagin 27. januar. Jógvan Martin Olsen verður saman við øðrum FSF umboðum hjástaddur í sambandi við lutakastið. Sama kvøldið er ætlanin hjá venjaranum at sleppa aftur til Føroya, so tað skal bera honum til at vera til staðar, tá ið landsliðið skal venja leygardagin 28. og sunnudagin 29. januar.
- Beinanvegin eftir lutakastið hittast umboð fyri londini, sum eru komin í bólk saman, fyri at avtala, nær og hvar fundurin skal verða, har tað skal avgerast, hvussu skráin skal síggja út. Hesin fundurin er sum oftast heilt skjótt eftir lutakastið. Tað plagar at vera soleiðis, at tá ið hesin fundurin hevur verið, so hevur FSF kannað møguleikarnar fyri vinardystum seinni í vár ella í summar. Eg vóni, at hetta eisini hesa ferð fer at bera til, men nú fáa vit at síggja, sigur Jógvan Martin Olsen.
Undan EM endaspælinum fyri knappliga tveimum árum síðani fekk FSF aðalskrivarin fyrispurning, um Føroyar kundu spæla landsdyst móti Hollandi, sum í Sveis fyrireikaði seg til EM endapælið í Portugal. Tað var lag á manni, og 1. juni í 2004 spældu Føroyar og Holland í Lausanne í Sveis. Holland vann 3-0, eftir at teir í steðginum høvdu verið frammanfyri við einum máli.
Profilarnir ikki til USA
Føroyar skulu spæla dystir undir venjingarleguni, sum tað verður roknað við og vónað verður í USA. Men talan verður ikki um landsdystir.
Í vikuskiftinum vóru spælararnir í superliguni og í Onglandi ikki á venjingarleguni í Gundadali, og Jógvan Martin Olsen sigur seg ikki rokna við, at teir fara at luttaka á venjingarleguni um tríggjar vikur og heldur ikki, tá ið landsliðið fer uttanlands á venjingarlegu:
- Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen, Johan Byrial Hansen, Ingi Højsted, Claus Bech Jørgensen, Christian R. Mouritsen og Jóhan T. Davidsen fer tað neyvan at bera til at fáa við á venjingarleguna. Teir fara tá at spæla í sínum feløgum, og tað fer at telja rætta vegin fyri landsliðið, um teir megna at stríða seg til fast pláss á sínum liðum.
Harafturímóti roknar landsliðsvenjarin við, at hinir spælararnir, sum eru uttanlands - Gunnar Nielsen, Jónas Þór Næs og Andrew av Fløtum í Danmark og Rógvi Jacobsen og Símun Samuelsen í Íslandi - fara at luttaka á venjingarleguni um tríggjar vikur, og at tað eisini verður møguleiki hjá hesum at fara við á venjingarleguna uttanlands.
Í vikuskiftinum møttu tríggir spælarar, sum høvdu fingið boð, ikki upp. Hjá Símuni Samuelsen bar ikki til at møta av privatum orsøkum, og Bjarni Jørgensen og Pauli G. Hansen góvu avboð orsaka av sjúku. Andrew av Fløtum hevur havt liðbandsskaða í knænum at dragast við. Hann royndi at venja leygardagin, men orsaka av skaðanum noyddist hann at gevast eftir fyrstu venjingina.
Tað hevur ljóðað, at Rógvi Jacobsen skuldi vera á veg úr KR, sum hann er sáttmálabundin at eitt ár afturat, og til okkurt føroyskt felag. Higartil hevur hetta ikki verið meiri enn leyst tos. Rógvi luttók á venjingarleguni í vikuskiftinum, og fyrst í hesi vikuni fer hann til Reykjavíkar, har KR fyri langari tíð síðani er farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, sum teir vóna at fáa væl meiri burturúr, enn teir fingu í fjør, tá ið árið var rættiliga miseydnað hjá teimum.