Úttøkuvenjing til U19-landsliðið

-

Í samband við dystirnar í heyst, hevur U19-landsliðsvenjarin, Jógvan Martin Olsen, boðað frá úttøkuvenjing í næstu viku. Mikudagin 10 juli verður vant tvær ferðir á Svangaskarði, og Hósdagin 11. juli venur U19-landsliðið í Gundadali. Í samband við venjingina hósdagin, skulu U19 og U17 landsliðini spæla innanhýsis dyst á Tórsvølli kl. 17.00.

Hesir leikarar hava fingið boð um at møta: Jann Ingi Petersen B68, Bjarni Jørgensen, Rókur Jespersen, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, HB, Marni Djurhuus, Búgvi Øster, Hans Pauli Samuelsen, EB/Streym, Bárður Danielsen, Hanus Thorleifson, Áki Petersen, Skála, Mortan Johannesen, Bergur Midjord, B36, Høgni Madsen, Sverri Ellingsgaard, ÍF, Kai Ennigarð, Magnus Skoralíð, GÍ, Rasmus Nolsøe TB, Justinus R. Hansen NSÍ, Símun Samuelsen, Allan Kjærbo VB, Ingi Højsted Arsenal. Leiðarar: Jógvan Martin Olsen, venjari, Mathias Davidsen, Bill McLeod Jacobsen, Pætur Clementsen