Í minsta lagi átta fólk doyðu, tá ókendir menn tveittu fleiri brandbumbur inn í eitt vertshús í meksikanska býnum Cancun í dag.
Eygnavitni hava greitt myndugleikunum frá, at seks menn tveittu fløskur við onkrum eldfimum innihaldi inn í vertshúsið.
Sum skilst hevur vertshúsið í minst tveimum førum kunnað løgregluna um ymsan ágang frá einum rúsevnaharkaliði, so álopið í dag var kanska hevnd.
Cancun er ein væl umtóktur ferðamannabýur, og í desember skal býurin hýsa teirri næstu veðurlagsráðstevnuni hjá ST.