Átta deyð í tokvanlukku í Danmark

Nú hevur løgreglan boðað frá, at 8 fólk doyðu í tokvanlukkuni í gjár.

Eingi børn eru millum teirra, sum doyðu í tokvanlukkuni á Stórabeltsbrúnni í gjár. Tað sigur danska løgreglan sambært Ritzau. Tey deyðu eru fimm kvinnur og tríggir menn. 

Í gjár varð annars sagt, at tað vóru seks, sum doyðu í vanlukkuni, meðan tey eru 16, sum vórðu særd. Men deyðstalið er í morgun rættað til átta. 

Danska løgreglan sigur víðari á tíðindafundi í morgun, at løgreglan er hampiliga vís í samleikanum hjá fýra av teimum deyðu, meðan tey enn ikki hava fingið endaliga váttað, hvørji hini fýra eru. 

Tey, sum doyðu, vóru fyri tað mesta í fyrsta tokvogninum, sigur løgreglan. 

/ritzau/