Tað er nú greitt, hvørjir teir átta eru, sum skulu kappast um
føroysmeistaraheitið í billard fyri einstaklingar í Klaksvík komandi
vikuskifti.
Kvalifiseringsumfarið varð spælt leygardagin í Klaksvíkar Klubba, Havnar
Klubba og í Kagganum. Av teimum fimtan spælarunum hava hesir spælt seg í
finaluumfarið:
Krisjan Suni Høgenesen, Sonhard Johannesen og Ólavur Kjølbro úr Klaksvíkar
Billardfelag.
Bjarni Skaalum, Jan Müller og Heimir Ottoson úr Kagganum.
Og Carsten Hansen úr Havnar Klubba.
Haraftrat luttekur verandi føroyameistari Henrik Petersen úr Havnar Klubba.
Klaksvíkar Billardfelag og Billardsamband Føroya eru vertir fyri
FM-kappingini í ár. Fyri at geva almenninginum størri innlit í billardspælið
verður Klaksvíkar Klubbi opin fyri almenninginum fríggjadagin og
leygardagin. Eisini verða dystirnir vístir á stórskíggja í felagshølunum.
Steinbjørn í Dali, formaður í Billardsambandi Føroyar sigur, at áhugin fyri
billardítróttini er nógv minkaður seinastu árini. Tí vilja teir við at loyva
almenninginum at síggja finaluumfarið í Klaksvík komandi vikuskiftið geva
fólki ein møguleika at síggja føroyskt billardspæl, tá tað er best. ?Eg
vóni, at henda kappingin kann fáa onkrar unglingar og onnur við at fáa
eyguni upp fyri spælinum, sum avgjørt ikki stendur aftanfyri so nógvar aðrar
ítróttargreinar. Formaðurin í Billardsambandinum sigur, at ætlanin er at
skipa fyri eini jubileumskapping í heyst, nú Billardsambandið fylti 25 ár í
fjør. Statoil er høvuðssponsor fyri FM-kappingini í ár.