Átta ár seinni

Hanus Samró, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin
-----

Fyri gott og væl átta árum síðani setti løgtingið eina nevnd saman, ið skuldi arbeiða við nýggju miðnámsútbúgvingini. Ætlanin var at nútímansgera útbúgvingina soleiðis, at: “føroyskar gymnasialar útbúgvingar eisini geva atgongd til hægri lestur úti í heimi.”
Nevnd
Nevndin hevur seinastu átta árini arbeitt við málinum, sum hevur verið heldur drúgt, tí broytingin fevndi um nógvar áhugapartar. Av teimum umleið fjøruti hoyringspørtunum vóru Samtak, Dátueftirlitið og Landsskjalasavnið, umframt allir skúlarnir og lærarafeløgini, so ikki kann sigast annað enn, at uppskotið hevur verið til viðgerðar í skipanini. Nevndin er endiliga komin á mál, og fríggjadagin 16. mars varð uppskotið lagt fyri løgtingið.

Broyting
Hvat er so hent hesi átta árini? Um blaðað verður gjøgnum uppskotið, eru nógvir glottar at hóma. Millum annað verður staðfest í uppskotinum, at
1. “útboðið av útbúgvingarbreytum skal geva einstaka næminginum møguleika at velja lestrarkós”.
2. “atlit verða tikin at fortreytum og áhugamálum hjá teimum ungu”
3. Danskt verður ikki krav-, men valfak.
Realiteturin
Í ástøðinum eru broytingarnar góðar, tí tað er torført at vera ósamdur við omanfyri nevndu dømi, men um farið verður ítøkiliga gjøgnum uppskotið, hvørvur optimisman.

Næmingar velja jú lestrarkós í dag.

Teir velja nevniliga millum HF, student (málsligu ella matematisku deild) ella handilsskúlan o.s.fr. Uppskotið leggur bara upp til, at tað verður ein útbúgving við einari leiðslu, men innihaldið í útbúgvingunum verður ikki broytt. Næmingar sleppa framvegis ikki at seta sína útbúgving saman. Fyri at taka eitt dømi, stendur í uppskotinum um huglærubreytina (málsligu deild):

“Útbúgvingin verður skipað við støði í gymnasialu huglærugreinarøðini, har ein stórur helmingur av undirvísingini er kravdar lærugreinar, og ein lítil helmingur er vallærugreinar.”

Størsta broytingin er tíverri navnabroytingin, har gomlu heitini verða broytt frá “matematisku og málsligu deild” til nýggju og slóðbrótandi heitini “hug- og náttúrubreyt”.

Ella sum tað stendur í uppskotinum:

“Nýggja hugbreytin svarar í ávísan mun til málsligu deild."

Fortreytin
Tað er tíverri ikki løgið, at vit sita átta ár seinni og viðgera eitt uppskot, sum ikki broytir nakað serligt. Ein av fortreytunum fyri arbeiðsbólkinum var nevniliga, og tað verður endurgivið orðarætt úr uppskotinum, at:

"Gymnasialu útbúgvingarnar verða framyvir skipaðar við ymsum útbúgvingarbreytum, har tey sereyðkenni, sum verandi gymnasialu útbúgvingarnar hava, í stóran mun verða varðveitt."

Við øðrum orðum: løgtingið viðger í løtuni, hvussu sereyðkennini í verandi miðnámsútbúgving verða varðveitt…

Átta ár seinni!

“Nýggja miðnámsútbúgvingin”
Vit skulu miða ímóti, at nýggja miðnámsútbúgvingin hóskar til samtíðina, ið vit nú einaferð eru í. Tískil skal tað vera møguligt hjá næmingum at velja nútímans fak, sum arbeiðsmarknaðurin nú einaferð spyr eftir. Tað kundi t.d. verið fak, har næmingar fingu møguleikan at læra um photoshop ella telduforritan.

Spurnartekin hava verið sett við, hví Føroyar framhaldandi nýta danska próvtalsstigan, ið gongur frá -03 til 12, tá ið tað er ein altjóða góðkendur próvtalsstigi, ið eitur ECTS. Taki undir við hugsanini, men ynski at vera uppaftur víðgongdari.

Hví innføra vit ikki altjóða útbúgvingina, International Baccalaureate (IB), tá ið vit eru í gongd við at fáa nýggja skipan? Hon er altjóða góðkend av øllum universitetunum í heiminum. IB gevur harafturat næmingunum møguleikan at seta sína egnu útbúgving saman.


Vit kundu harafturat strembað eftir nýggjari skipan, har tað verður kravt av næmingunum, tá ið skúlaárið er av, at næmingarnir skulu hava eina ávísa nøgd av CAS (Creativity, Action og Service) stigum.
Við hesum broytingunum verður tað framvegis møguligt at hava føroyskt, føroyska søgu, og føroyska mentan, sum eyðkennir okkara land.

Omanfyri nevndu dømi bróta harumframt frá hugsanini:
Hvussu varðveita vit sereyðkennini í verandi skipan.

Vónandi er tað ikki átta ár ov seint!