Seinnapartin sunnudagin klokkan 17 verða nógvir vøddar settir í gongd í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, tí tá verður árliga føroyameistarakappingin um at gerast Føroya sterkasti maður. Har verða átta vøddamiklir menn at síggja í harðari kapping, tí hvør teirra skal bera, lyfta og halda væl yvir eitt tons, áðrenn greitt er, hvør av teimum er sterkastur.
Teir, sum bjóða seg til hesa ferð, eru bæði royndir og óroyndir menn frá hesum høpi. Tveir, ið hava drúgvar royndir, eru Herman M. Hermansen og Bárður Poulsen, og tríggir, sum eisini vóru við í fjør, eru Bogi Hammer, Jákup Suni Berg og Finnur Poulsen, umframt at tríggir nýggir eru Heini Hátún, Johnfinn Hentze og Bjarni Joensen.
Vinnarin í fjør, sum gjørdist Gunnar Grækarisson, hevur tíverri ikki møguleika at verja heitið í ár, men afturfyri er hann so við sum høvuðsdómari. Aftur at sær hevur hann Gunnar Hjelm sum hjálpardómara.
Allir venja saman
– Tað vanliga er, at allir venja saman, so hvørt sum kappingin nærkast, tí upp á tann mátan kunnu vit bæði eggja hvørjum øðrum til, samstundis sum vit síggja, hvar vit mugu spíla okkum meira út. Her er sera gott samanhald, so felags venjing og fyrireiking fellur okkum heilt náttúrligt, sigur Bogi Hammer, ið bæði er fyrireikari og ein av teimum átta, ið kappast.
– Hesa ferð hava fyrireikingarnar allíkavæl verið eitt sindur øðrvísi, tí allir hava ikki verið heima. Tí hava fimm fyrireikað seg saman í Føroyum og tríggir í Danmark, men tað hevur eisini riggað væl. Hetta er jú ikki venjing, sum kann fara fram í einari fitness-miðstøð, men krevur serligar umstøður, so tí ræður um hjá okkum at brúka tíðina skilagott, tá vit hava høli, har vit fáa vant saman.
Umframt sjálva kappingina, ið væntandi verður minst líka hørð, sum hon hevur verið tær undanfarnu ferðirnar, verður eisini okkurt til undirhalds í steðginum, tí tá fer Jens Marni Hansen at syngja.