Úttalilsið hjá Vestergaard var óheppið

Á landsstýrisfundi í gjár var úttalilsið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrsmanni í fiskivinnumálum, um at fiskivinnupolitikkurin hjá nýggju samgonguni er snaraður 180 stig til viðgerðar. Semja er um, at “Úttalilsið er óheppið”

POLITIKKUR: - Á landsstýrisfundinum í dag umrøddu vit eisini úttalilsið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni. Landsstýrismaðurin og landsstýrið eru samd um, at úttalilsið er óheppið, tí tað kundi elva til misskiljingar. Landsstýrið hevur eina felags fatan av, at felags stev er neyðugt, segði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, eftir landsstýrisfundin í gjár.

Orrustan kom í eftir at Jacob Vestergaard, landsstýrsismaður í fiskivinnumálum, segði, at fiskivinnupolitikkurin hjá nýggju samgonguni er snaraður 180 stig.

Javaðarflokkurin sigur seg ikki góðtaka, at landsstýrismenn koyra solo við privatum útmeldingum, soleiðis sum tey hildu Jacob Vestergaard hava gjørt um fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni.

- Fiskidagabankin, sum var eitt aðalmál í síðstu samgongu, kemur ikki upp á tal. Vinnan skal sjálv stýra handlinum við fiskiloyvum, staðfesti Jacob Vestergaard sambært útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Orðini fullu ikki í góða jørð hjá Javnaðarflokkinum, og Katrin Dahl Jakobsen, sum er forkvinna í vinnunevndini og talskvinna Javnaðarfloksins í fiskivinnumálum, vildi hava landsstýrismannin í fiskivinnumálum settan upp á pláss.

Málið varð umrøtt í lítlusamgongu, og har gjørdi Javnaðarflokkurin gjørdi púra greitt, at flokkurin ikki finnur seg í, at landsstýrisfólk fara út og koyra solo við sínum privatu útmeldingum, segði Katrin Dahl Jakobsen við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Í gjár tók løgmaður so málið upp á landsstýrisfundi, og nú er sambært løgmanni semja um, at “landsstýrissamgongan skal hava felags stev”.