100 ÁRA MINNI: Við tað at Tórshavnar kommuna fyllir 100 ár, hevur nevnd felagsins gjørt av at hava fyrilestur um fyrsta býráðsformannin í Havn, Mass Andrias Winther (1871-1923). Mass Andrias Winther og Jóhan Hendrik Poulsen vóru teir í skipaðu fyri fyrsta fólkafundinum í Føroyum, hetta var 14. mai í 1894. Hann kom upp í politik, og saman við øðrum íbirti hann í 1903, fyrsta veljarafelagið í Føroyum, Føroya Framburðsfelag.
Tá ið nýggja býráðslógin kom í gildi í 1908, var M. A. Winther valdur á listanum hjá hesum sama felag og gjørdist hann soleiðis fyrsti býráðsformaður í Havn.
Tað verður Ólavur Clementsen sum fer at hava fyrilestur um Mass Andrias Winther í Miðlahúsinum í Havn, leygardagin 12 september kl.16.00.
Í nevndini í Ættarbandinum eru:
Maria Jacobsen, Glyvrar, formaður
Elin Midjord, Tórshavn, næstformaður
Jóna Lindenskov, Tórshavn, skrivari
Katrin Mørkøre, Eiði, kassameistari
Andras Joensen, Tórshavn, nevndarlimur.