Teir fullu allir sum flúgur. Eftir at hava verið oddafiskar í Tjóðveldisflokkinum frá fyrst í sjeytiáriunum eru Signar á Brúnni, Finnbogi Ísakson og Heini O. Heinesen ikki longur at síggja millum andlitini í tingmanningini hjá Tjóðveldisflokkinum.
Síðan frálíka løgtingsvalið í 1998 hevur Tjóðveldisflokkurin meira enn nakar annar føroyskur flokkur framt eitt umfatandi ættarliðsskifti í flokkinum. Um hugt verður burtur frá Hergeiri Nielsen, telir tingmanningin hjá Tjóðveldisflokkinum í dag ongan, sum hevur sitið longri á tingið enn síðan 1998
Heini O. Heinesen er fyrrverandi formaður í Tjóðveldisflokkinum, og hann er sannførdur um, at hevði flokkurin verið umfatandi ættarliðskifti fyriuttan, vóru viðurskiftini innanhýsis í flokkinum øðrvísi. Nú tað herjar opið stríð í flokkinum, heldur fyrrverandi norðoyartingmaðurin, at flokkurin hevði havt gott av at havt royndir politikarar í flokkinum.
Persónsdyrkan
-Størsti munurin á ungu politikarunum í dag og okkara ættarliði frá 70 og 80 árunum er, at vit hugsaðu fyrst og fremst um flokkin og ikki okkara egna persón. Í dag ganga flestu politikararnir við einum landsstýrismanni í búkinum, og teir vilja treyðugt offra seg fyri flokkin, og hetta er ikki bert galdandi í Tjóðveldisflokkinum, men tvørtur um floksmørk, vísir fyrrverandi formaðurin á.
Heine O. Heinesen er sannførdur um, at stríðið millum Høgna Hoydal øðrumegin og nú Finn Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen hinumegin hevði ongantíð komið fram í ljósmála, um Tjóðveldisflokkurin hevði havt fleiri politikarar av gamla slagnum við, sum hann málber seg.
-Politikkur er ikki bara persónlig mál. Eftir mínari sannføring skalt tú vera idealist, um tú skalt vera politikari, og júst idealisman er lítil í politikki í dag. Tað sigur seg sjálvt, tá allir vilja náa toppin, er tað skjótt at persónsstríð tekur seg upp í flokkunum heldur fyrrverandi norðoyartingmaðurin.
Heini vísir á, at tað er keðiligt at hyggja at gongdini í flokkinum í løtuni.
-Eg eri irriteraður av gongdini. Fyri nøkrum árum síðan vildu øll gera samgongu við Tjóðveldisflokkin, men nú sita vit uttanfyri alt, og eingin vil samstarva við okkum, og tað er harmiligt at lýða á, sigur Heini O. Heinesen.
Burturvið
Í Sosialinum herfyri gav Finnbogi Ísakson greitt til kennar, at hann tók ikki undir við nýggju útihýsingarregluni í Tjóðveldisflokkinum Hesum er Heini O. Heinesen samdur í.
-Hóast tú ikki ert samdur við formanninum í flokkinum, eigur tú kortini at hava rættin og frælsi til at vera tjóðveldismaður, og tí haldi eg, at handan reglan er burturvið og fullkomiliga óneyðug. Tað hevur áður borið til at loysa trætur innanhýsis uttan nakra útihýsingarreglu, og tað átti tað eisini at verið framyvur, heldur fyrrverandi formaðurin.
Løgið floksting
Heini O. Heinesen var millum lutakararnar á flokstingi Tjóðveldisfloksins leygardagin. Hann gjørdist so skuffaður sínum floksfeløgum, at hann fór frá fundinum, tá fundurin var hálvrunnin
-Eg má siga, at eg var skuffaður av fundinum. Eg helt eg kom til Havnar á fund fyri at fáa semju í flokkinum, men tað, sum fór fram elvdi til størri stríð. Sum dagsskráin á flokstinginum var sett upp, tóktist tað sum um, at mann framhaldandi vil hava stríð í flokkinum, sigur Heini O. Heinesen.
Hann vísir millum annað á valið av næst formanni í flokkinum.
-Eg haldi tað er ótrúliga løgið, at valið av næstformanni í tingbólkinum kom áðrenn vit fóru undir at viðgera málið, sum var á dagsskrá á tann dagin, heldur Heini O. Heinesen.