Ættarsøgan komin út í bók

Helgi Jacobsen og Thorleif Hansen løgdu í kvøld triðja bind í Bygdasøguni Nes, Toftir og Saltnes fram

Tað var ein fagnaðarløta í kvøld, tá ið triðja og seinasta bind í Bygdasøguni um Nes, Toftir og Saltnes varð løgd fram.

Hetta var í Tofta skúla. Jóhannes Danielsen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomið, og so greiddi Helgi Jacobsen frá um triðja bind og tók samanum, nú arbeiðið við bygdasøguni er liðugt.

Helgi Jacobsen segði sín leiklut í síðsta bindi meiri at hava verið at samskipa enn at skriva. Hann hevur skrivað tvey tey fyrstu bindini, men í hesum triðja bindinum eigur Thorleif Hansen ættarsøguna. Eitt brot er um vanlukkur á Nesi, Toftum og í Saltnesi.

 

Í samrøðu við Helga Jacobsen greiddi Thorleif Hansen frá arbeiðnum at kanna og skriva ættarsøguna hjá øllum húsunum í kommununi og øllum teimum, sum hava búð og búgva í kommununi.

Tað eru umleið seytjan ár síðani, at Thorleif Hansen, sum er búsitandi í Runavík, fór undir ættargransking. At hann fyrst fór at granska ættirnar á Toftum, Nesi og Saltnesi segði hann var so upplagt, tí bæði foreldrini vóru ættað úr økinum.

Bókin fevnir um knappliga fimm hundrað síðir, og tað eru umleið seks túsund fólk nevnd í bókini.