Ættarstevna: Úr Múla til Singapore og aftur

Seinasta vikuskifti vórðu hildnar í minsta lagi tríggjar ættarstevnur ymsastaðni í landinum. Í fríggjadags­blaðnum greiddu vit frá stevnuni hjá ættini við Neyst í Hvalba. Í Havn og Koltri var ættin hjá Hanus og Mariannu uttar í Stovu í Koltri savnað. Hesa ættarstevnu fara vit at umrøða í eini aðrari grein í komandi viku

Í Klaksvík hittust leyg­ar­dagin eftirkomarar hjá Sunnevu og Johannes Heinesen á Viðareiði. Døg­urði var leygarkvøldið á sjómansskúlanum í Klaks­vík. Tey vóru um 125 í tali. Tey, sum hittust her, vóru systkin, systkinabørn og trímenningar.

Vit fara at greiða eitt sindur frá ættini í hesi grein. Felags fyri ættirnar, sum hava ættarstevnu, er, at eftirkomarar eru spjaddir um allan heimin. Tað sama er við øðrum ættum. Hetta váttar bert, at føroyingar eru alla staðni. Hvør einstøk ætt hevur tó sína serligu søgu, sum er verd at tríva í.

 

Lorvíksdrongur og tofta­genta enda á Viðareiði

Fyrst eitt sindur um hesa ættina:

Johannes Heinesen varð føddur 25. mars 1854 í Lorvík. Foreldrini hjá hon­um vóru Heini Johannesen og Cathrine Malene Jacobs­datter í Lorvík. Johannes kom til Viðareiðis at vera húskallur í presta­garðinum Ónagerði, sum eisini var bóndagarður við fleiri tæn­astufólkum. Johannes fekk gerði burt­ur­av Ónagerð­s­haganum og bygdi sær hús í 1877. Presturin, sum hev­ur víst honum hesa vælvild, man hava verið Jens Christ­ian Evensen, sum var prest­ur á Viðareiði 1871-1877. Hann gjørdist seinni prestur í Hvalba og kom so inn á Nes sum próstur. Hann var giftur við Onnu, dóttir tann fyrsta Lützen í Føroyum. Hon hevur fingið niður­skriv­að sína søgu, eisini sum prestakona á Viðareiði. Her er ein sera áhugaverd lýsing av lívinum í presta­garðinum. Søgan stóð í FF-blaðnum í 2003.

Johannes giftist í 1894 við Sunneve Lydersen, f. 21.01. 1868. Foreldur henn­­­­ara vóru Malene Oles­datter og Joen Lydersen í Tøðuni á Toftum. Tað er áhugavert, at tað ganga heili 17 ár, frá tí Johannes bygdi húsini, og til hann giftist, men tá fekk hann eisini eina 14 ár yngri konu!

Her kann leggjast afturat, at Johannes átti eisini ein beiggja á Viðareiði, Jógvan. Hann fekk somuleiðis gerði burtur­av Ónagerðis­haganum.

Johannes doyði á Viðar­eiði 6. mai 1919, 65 ára gamal og Sunneva doyði 5. mai 1948 í Klaksvík, 80 ára gomul.

Tey fingu níggju børn:

1. Else Malene f. 1895, gift í 1932 við Sámal Jákup Olsen f. 1893 í Skúvoy, har tey búsettust og fingu 2 børn.

2. Jóan Heine f. 1897, giftist í 1929 við Jense Nicoline Jacobsen f. 1907 á Viðareiði. Tey giftust inn í barnaheimið hjá Jóan Heina og fingu 11 børn. Í 1940 bygdu tey sær nýggj hús, og gamla húsið varð niðurtikið.

3. Cathrina Sophia Hen­rietta Davida, f. 1899. Gift­ist við Christian Johannes Simonsen f. 1899. Búsettust á Heygnum og fingu trý børn.

4. Oluffa Maria, f. 1905, gift í 1927 við Sámal Samuelsen úr Lorvík. Búsettust á Vágsheygnum í Klaksvík og fingu 8 børn.

5. Johannes, giftist til Múla. Komið verður aftur til hansara

6. Louis Heinesen, f. 1908, giftist í 1936 við Signhild Joensen, f. 1915, úr Norðdepli, búsett í Klaksvík. Fingu 2 børn.

7. Sigrid f. 1910, gift í 1930 við Thomas Johan Sigurd Mikkelsen f. 1907. Tey búsettust á Viðareiði og fingu 5 børn.

8. Joen Hendrik f. 1913, búði í Klaksvík. Giftist í 1976 við Signhild, einkjuna eftir beiggjanum Louis.

9. Ein drongur kallaðist Óli. Hann doyr heilt ungur. Hann er vist føddur millum Davidu og Oluffu, sum helst er uppkallað eftir honum.

 

Johannes fór til Múla

Í hesi grein verður bert pláss at umrøða eitt av børnunum og hansara ætt. Hetta er Johannes f. 1907. Hann giftist í 1931 við Minu Frederiksen f. 1909 í Múla. Foreldur hennara vóru Johannes Frederiksen og Anna Maria Gregersen, ættað úr Kunoy.

Johannes og Mina bú­­settust í Múla. Í 1958 flyta tey til Klaksvíkar. Tey fingu átta børn, og tey eru:

1. Sunneva, f. 1933. Gift í 1953 við Frits Olsen í Klaksvík. Eigur trý børn.

2. Jana, f. 1934, gift í 1954 við Andrias Elttør, Klaksvík. Eigur trý børn.

3. Jóanes Meinhard f. 1936, giftur við Jonhild Hansen, úr Miðvági, búgva í Myklebust á Harøy. Eiga 4 børn.

4. Óla Kristian f. 1940, giftist í 1963 við Jonhild Danbjørg úr Porkeri, búsett í Klaksvík. Eigur ein son.

5. Jenny Helena f. 1942, gift við Eli Jacobsen, býr í Esbjerg. Hann er deyður, og hon er gift aftur við If Peter­sen. Eigur tríggjar synir.

6. Hans Marius f. 1946. Deyður í 1985. Komið verður aftur til hansara

7. Jóngerð Heinesen f. 1949, gift við Erik Ras­mussen og býr í Esbjerg. Eigur 2 synir

8. Eyðbjørg f. 1953, gift við Freddy Røjbæk og býr í Esbjerg. Eigur 2 synir

 

Múli var einaferð ein livandi bygd

Sum kunnugt er Múli í dag ein útdeyð bygd, men tað hevur hon ikki altíð verið. Heilt aftur í 1737 vóru tríggjar familjur í Múla. Stóran part av 19. øld vóru fýra hús, og fólkatalið lá um tey 20. Fyrra partin av 20. øld lá fólkatalið undir 20, men í 1955 vóru tey heili 27. Tá fór at minka skjótt, og í 1975 vóru bert seks fólk í tveimum húsum. Eitt hús var tá flutt til danska Frilandsmuseet.

Tað var nógv ár nógv politiskt virksemi fyri at fáa veg til Múla. Hetta eydnaðist eisini, men tá ið vegur var komin, fóru sein­astu fólkini av bygdini. Hús­ini verða kortini nýtt til summarhús, so á sumri er lív í bygdini bæði við upp­runafólki og fremmanda­fólki.

Elsta dóttir Johannes og Minu er Sunneva. Hon greiðir frá, at tá ið hon var barn, var skúli í bygdini. Fyrst varð skúlin hildin í eini vanligari stovu, men seinni varð ein skúlastova inn­rættað í einum av hús­un­um. Óli Hansen, ættaður úr Svínoy, var ferðalærari. Skúla­­gongd var tískil aðru hvørja viku. Sunneva minn­ist barnatalið at hava verið upp til 9.

Í Múla upplivdu tey enn­tá, at tvey børn vórðu fødd sama dag, so fá tey vóru. Hetta var 12. november 1934.

Undir krígnum vóru tey enn fleiri í bygdini. Tá ið bumbað varð í Klaksvík, rýmdu nógv fólk út á bygd, og onkur fór til Múla. Tá kom barnatalið upp í 12.

Prestur kom nakrar ferðir á hvørjum summari. Men annars varð farið í kirkju á Viðareiði, til dømis tá ið børn skuldu doypast. Gam­alt var, at hetta ikki mátti drála, og varð ofta gjørt sama dag, sum barnið var føtt. Lestur varð lisin í bygdini hvønn sunnudag.

Í Múla var sum so hampuliga liviligt. Páparnir vóru til skips sum aðra staðni. Eg var sjálvur til skips við Vestfart saman við Eliesar í Múla. Hann var ein sera fittur og dám­ligur maður. Vit vóru eina­ferð í landi í Múla og vitjaðu í øll húsini.

Tað var eingin vegur til Múla. Skuldi farast ørindi av bygdini, sum til handils, mátti farast til gongu. Til Norðdepils vóru einir fýra fjórðingar, og var gongdin um hálvan annan tíma hvønn vegin. Múli var brim­pláss, so her lá ikki væl fyri við útróðri. Einasta lending var ein hálvfjórðing sunn­anfyri bygdina, har tað eis­ini var neyst.

Postbátur kom tríggjar dag­­­ar um vikuna, so tað var ikki heilt galið.

Múlamenn plagdu eisini at fara inn í Sund at kasta nót. Veiðan mátti so berast norður aftur.

 

Hans Marius endaði sínar dagar í Singapore

Ein beiggi Sunnevu var Hans Marius. Hann fór ung­ur til Klaksvíkar at ganga í realskúla. Eftir øllum at døma hevur hann ikki havt hug til fiskiskap. Hugurin leitaði longur enn tað. Hann vildi sigla úti í stóru verð. Hann fór tískil niður at ganga á sjófartsskúla í Svend­­borg. Hetta var ein treyt fyri at sleppa sum dekk­­ari við donskum farma­skipi. Hann fekk so sína siglingartíð í farmasigling. Tá kom hann aftur til Danm­arkar at fáa sær navi­ga­tiónsútbúgving, hana fekk hann á Fanø útfyri Esbjerg.

Tá ið hann hevði fingið prógv, fór hann út aftur at sigla við Mærsk. Í Singa­pore hittir hann Seru. Tað rennur saman teirra millum. Tey giftast og búsetast í Singa­pore, meðan hann framvegis sigldi, nú í sam­band við oljuvinnuna. Tey fingu dótrina Michelle í juli 1982. Hon er uppkallað eftir ommuni Minu.

Einaferð var Hans Marius út fyri einum pussigum samantreffi. Hann var á einum matstaði í Tokyo í Japan. Tá rennur hann seg heilt tilvildarliga í syst­kina­barnið Hjørleif, sum eisini var úr Múla. So lítil kann verðin vera. Hjørleif var sonur Hans Jacob Fred­erik­sen, beiggi Minu. Hann sigldi eisisini sum yvir­maður. Báðir doyðu teir í besta aldri.

Hans Marius og Sera vóru einaferð í Føroyum. Hetta var í 1982, eftir at pápi hansara var deyður. Men eydnan vardi ikki leingi. Í 1985 fær Hans Marius ein blóðpropp og doyr knapp­liga, ikki 40 ára gamal. Konan, sum var nógv yngri, giftist ikki aftur.

 

Michelle fyrstu ferð í Føroyum

Tann mest forkunnugi gesturin á hesi ættarstevnu var júst Michelle. Hetta var fyrstu ferð, hon hitti sína føroysku ætt. Tey hava tó havt samband sínámillum, fyrst við brøvum og síðan gjøgnum internetið.

Michelle er sera fegin um ta móttøku, hon hevur fingið í Føroyum. Henni dámar eisini sera væl her, og hon er ovfarin av náttúru og øðrum, sum hon hevur upplivað. Hon hevur eisini sæð rættuliga nógv. Sjálv­sagt hava tey verið í Múla, og tað kann illa hugsast størri munur enn á hesum støðum, sum hennara for­eldur koma frá. Michelle hevur eisini við síni ætt verið á Viðareiði og Eiði. Seinasta dagin í Føroyum var hon eisini á útróðri og fekk sjálv ein hampiliga stóran tosk!

Hon kemur frá einum sam­­­felagi, sum er nógv øðr­vísi enn okkara. Singapore er eitt samfelag, sum er ein samanseting av nógvum ymiskum fólkasløgum. Mamma hennara er av blandaðum indonesiskum-kinesiskum uppruna. Hetta er Michelle so eisini, men við einum munandi ískoyti av Múlablóði! Tað skuldi ikki verið tað ringasta.

Tað eru fýra almenn mál í Singapore. Enskt er eitt teirra, og tað duga tey flestu. Hetta er eisini móð­urmálið hjá Michelle. Tað eru nógvir átrúnaðarligir bólkar í Singapore. Men fólkið er merkt av tollyndi, og tí eru eingir trupulleikar av hesum.

Nógv er øðrvísi enn hjá okkum. Hetta er eitt sera skipað samfelag. Tað er til dømis ikki loyvt at nýta tyggigummi orsakað av dálkingini eftir, at tað er spýtt út aftur! Tað er eisini reint alla staðni. Smugling av rúseitur førir uttan náði til deyðarevsing. Tað ber ikki til at fáa íbúð, uttan ein er giftur ella er 35 ár. Her kann skoytast uppí, at Singapore er bert helvtin av Føroyum til støddar, men fólkatalið er sum í Danmark.

Sjálv býr Michelle heima hjá mammuni. Hon hevur ein handil við ymiskum, ser­liga til konufólk, sum und­ir­klæðir og smúkkur. Ein kafé er eisini í handli­num. Hetta er ein serlig tæn­asta, har menninir kunnu hugna sær, meðan teir bíða eftir, at konurnar skulu gera seg lidnar at keypa. Tað kann taka sína tíð har sum her!

Eisini undirvísir hon børnum i keramikk. Singa­pore verður roknað sum eitt fíggjarligt undur. Men hetta er ikki komið av sær sjálvum. Her arbeiða fólk nógv, eisini leygardagar.

Michelle er ein sera dámlig kvinna. Hon hevur sjeik, sum er úr Hollandi. Inntil nú hava tey sæst við at ferðast ímillum. Hetta er tó í longra lagi, og nú fer hon at vita, um hon kann fara at trívast í Hollandi. Tað var hugnaligt at hitta hendan hálva føroyingin, sum nú hevur knýtt ættar­sambondini hendan vegin enn meira.

 

Heilsan til Sunnevu

Hendan greinin skal enda við eini heilsan til Sunnevu, sum verður 75 ár mánadagin 11. august. Vit hava kenst í eini 40 ár. Sunneva var gift við Frits Olsen, sum í ótald ár var formaður í Klaksvíkar Útróðrarfelag, og sum eisini umboðaði útróðarmenn í táverandi ráfiskanevndini. Hetta gjørdi hann á ein hátt, sum skapti virðing og úrslit. Hann doyði í 1999.

Vit báðir Frits vóru í ætt og gjørdust sera væl. Hetta førdi til vitjan heima hjá teimum í Klaksvík. Hetta var eitt hús, har eg bein­an­vegin føldi meg væl, tí Sunneva var altíð so blíð og hjartalig. Tí eri eg javnan komin inni aftur, tá ið høvi býðst, eisini eftir at Frits er deyður. Eri samstundis kom­in at kenna teirra børn Óla, Nikolinu og Jón, sum eisini eru sera dámlig.

Sunneva fór úr Múla 14 ára gomul og fekk húspláss og pláss í handli serliga í Klaksvík, til hon giftist. Síðan tá hevur hon javnan arbeitt í fiski.

Sunneva er eisini sera vitandi, men hon er ein av teimum friðarligu í land­i­num. Hon verður burtur­stødd føðingardagin.

Men fyri tað skal hon fáa hesa heilsan við tøkk fyri vinarlag øll hesi árini. Hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum!