Trupulleikin er møguliga størri, enn vit geva okkum far um, sigur Eyðfinn Magnussen.
Í samband við harukanningar sínar, hevur Eyðfinn Magnussen sett videotól upp nærindis haruholur í haganum. 14 videotól eru sett upp um alt landið.
Eyðfinn Magnussen gjørdist heldur skakkur, tá hann hugdi eftir fyrstu upptøkunum, tí á tveimum støðum, bæði í Kollafirði og í Trongisvági, sóust rottur á skíggjanum.
- Myndirnar vísa einans eitt lítið øki. At vit síggja fleiri rottur týðir upp á, at nógvar eru til. Tær eru vanliga rættiliga spjaddar, sigur Eyðfinn Magnussen.
Hann sigur, at tað ikki er so vanligt at síggja rottu í haganum.
- Hon sæst ofta í fjøru ella millum hús, har nakað av mati er at finna. Í haganum síggja vit kanska spor í kavanum um veturin. Rottan er náttardýr, men nú hava videotólini avdúka virksemi teirra.
Tað, sum Eyðfinn Magnussen óttast fyri, er at rottan skal hava oyðileggjandi virknað á harustovnin.
- Vit vita, at rottan kann gera enda á havhestaungum, sum eru væl størri enn rottan. Tí vænti eg, at hon eisini megnar at drepa ein haruunga, kanska eina vaksna haru eisini, sigur hann.
- Vit vita, at rottan hevur skaðiliga ávirkan í bjørgunum, at hon etur bæði egg og ungar. Fuglapláss eru tí ikki glað fyri rottuna, sigur Eyðfinn Magnussen, sum er bangin fyri, at tað sama kann henda við haruni.
Eyðfinn Magnussen sigur, at tað er ilt at siga, hvussu stórur trupulleikin er. Hann ivast tó ikki í, at trupulleikin var nógv størri fyrr.
- Áðrenn brennistøðirnar vóru ruskpláss og tyrvingarpláss ymsa staðni í landinum. Har var nokk av mati og tí ýddi í bæði rottum og ravni á gomlu ruskplássunum. Nú á døgum hoyra vit mest um rottur í bygdum øki, sigur hann.
Nú veturin nærkast, fer rottan væntandi at leita sær inn millum hús at leita eftir føði. Eyðfinn Magnussen sigur, at hann heldur ikki, at tað er ein stórur rottutrupulleiki í bygdum øki heldur.
- Eg havi eina avtalu við rottufangaran í Havn, at hann ska senda mær rottur, sum hann fangar. Hesi seinastu fimm árini havi eg fingið 140 rottur. Í Havn er tað serliga fólk, ið hava fugl, sum hava trupulleika við rottum, allarhelst tí at har er góð og løtt atgongd til mat, sigur hann.
Eyðfinn Magnussen er tó harmur um, at einki skipað arbeiði er fyri at týna rottu.
- Í løtuni er tað Búnaðarstovan, sum hevur ábyrgd av at týna rottuna, men spurningurin er, um uppgávan ikki hevði ligið betri undir Umhvørvisstovuni. Undir øllum umstøðum, so er einki samskipað arbeiðið fyri at týna rottuna í Føroyum, ei heldur fyri at forða henni í at spjaða seg frá oyggj til oyggj, sigur Eyðfinn Magnussen.