Í Noregi ætlar stjórnin at leggja fram lógaruppskot, sum skal gera tað møguligt at brúka djóragøgn til fólk. Herfyri sendi stjórnin ymsum felagsskapum og stovnum uppskotið til hoyringar, og í gjár fekk hon svar. Aftenposten skrivar, at norska læknafelagið mælir stjórnini frá at leggja uppskotið fram. Sambært blaðnum óttast læknarnir fyri, at djóragøgn kunnu hava ymsar ókendar smittur við sær. Læknafelagið heldur, at kunnleikin til økið er ov lítil enn, og at stjórnin tí eigur at bíða við uppskotinum.