Frágreiðingin, sum ein løgtingsnevnd í fimm ár hevur gjørt um førda politikkin í áttatiárunum, kemur í dag til viðgerðar í løgtinginum.
Tað er Finnbogi Ísakson, tingformaður, sum eftir áheitan hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at taka til eftirtektar frágreiðingina frá nevndini.
Fleiri orsøkir
Høvuðsúrskurðurin í frágreiðingini staðfestir, at fleiri orsøkir vóru til, at førdi politikkurin í áttatiárunum í byrjanini av nítiárunum førdi til svára búskaparliga kreppu.
»Føroysku politikararnir vóru ikki nóg dugnaligir. Teir lurtaðu ikki eftir ávaringum frá ráðgevum og frá embætisverkinum.
Á fleiri týðandi økjum var lóggávan ógreið, ófullfíggjað og fyrnað í 80-árunum, og ofta áðrenn komið varð var í 80-árini.
Landsumsitingin var veik. Henni vantaði arbeiðsmegi, og á fleiri økjum vantaði førleiki.
Málsviðgerðin skuldi oftast umsita fleiri málsøki, enn hann var førur fyri. Málsviðgerðin var ikki eins frá máli til mál og ikki nóg neyv. Tí gjørdist tapsvandin hjá landinum stórur, og munur varð gjørdur á monnum. Trupulleikar stóðust av, at politikarar vóru partur av umsitingini.
Politiska eftirlitið ? fíggjarnevnd, løgtingsgranskoðarar, landsstýrismálanevnd ? sveik. Landskassin varð bundin uttan lógarheimild.
Fylgjurnar gjørdust álvarsamar: Milliardatap hjá landskassanum og álvarsamir trupulleikar hjá einstaklingum.
Ábyrgdin fyri álvarsligu skeivleikarnar og mistøkini í 80-árunum lá hjá politisku leiðsluni í 80-árunum, men eisini í 60- og 70-árunum, har tiltøk vórðu gjørd, ið fingu avleiðingar í 80-árunum og fyrstu árini í 90-árunum. Leikluturin hjá stigtakarum, ráðgevum og peningastovnum skal eisini verða nevndur í hesum sambandi.«
Grein 19 nevndin staðfestir í høvuðsniðurstøðuni, at ábyrgdin fyri skeivleikunum lá hjá politisku leiðsluni. Men samstundis staðfestir hon, at orsøkirnar til kreppuna vóru fleiri.
Tá løgtingið í dag fer at viðgera frágreiðingina, er tað bert fyri at staðfesta niðurstøðurnar hjá grein 19 nevndini. Uppskotið hjá tingformanninum leggur nevniliga bert upp til, at tingið skal taka frágreiðingina til eftirtektar.