Við á fundinum vera Marianne Wung-Sung varaleiðari, Mette Garnæs socialráðgevi, umboð fyri Ættleiðingarfelagið og ein føroysk familja, sum fyri stuttum hevur verið í Kina eftir einum barni. Fundurin er ætlaður teimum, ið umhugsa ættleiðing, men øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin.
Á fundinum verður millum annað greitt frá ættleiðingargongdini, hvaðani børnini koma og hví tey eru leysgivin til ættleiðing. Tíð verður eisini sett av til at svara spurningum frá luttakarunum. Ein neyvari skrá fyri kvøldið sæst á www.aettleiding.fo