»Ættleiðingarfelagið« stovnað

Leygardagin var stovnandi aðalfundur hjá føroyska ættleiðingarfelagnum. Felagið fekk navnið "Ættleiðingarfelagið", og hevur sum endamál at skapa bestu umstøður fyri ættleiðingarforeldur, ættleidd børn og vaksin

Í nevndina í nýggja ættleiðingarfelagnum komu Annika Marr Poulsen, Marianna Heinesen, Ann Lindberg, Pól Skarðenni og Poul Geert Hansen. Tiltakslimir eru Bent Albinius og Laila á Lofti og grannskoðarar eru Sonja Mørkøre og Mary Ann Hansen.
Umleið 100 fólk, bæði ættleiðingarforeldur og børn teirra, vóru við á stovnandi aðalfundinum.
Serlig viðurskifti
Ætlanin við nýggja felagnum er ikki at seta ættleidd børn í fokus, sum øðrvísi enn onnur børn. Men sjálvt um tað at vera ættleiðingarfamilja er meir vanligt í dag í mun til áður, er tað í ávísum førum framvegis nakað serligt. Tað var ein av orsøkunum til, at ein mammubólkur í Havn tók stig til at stovna eitt ættleiðingarfelag. Ymiskir spurningar, sum komu undan kavi í mammubólkinum, sannførdu tær um, at ættleiðingarfamiljur hava stóran tørv á at hittast og tosa um viðurskifti, onnur ofta ikki kunnu seta seg inn í.Felagið hevur tí eisini gjørt ein lista yvir fólk í Føroyum, ein kann venda sær til í sambandi við ættleiðingarspurningar og ivamál.
Politiska ávirkan
Felagið hevur eisini sett sær fyri at royna at ávirka politisku leiðsluna soleiðis, at umstøðurnar fyri ættleiðing og lógarsmíð hesum viðvíkjandi kunnu gerast betri.
- Eitt nú er Haag konventiónin viðvíkjandi altjóða ættleiðing ikki galdandi fyri Føroyar. Hetta hevur millum annað við sær, at tað eru nøkur lond, ið ikki vilja ættleiða børn til Føroyar. Tí stendur ein føroysk samtykt av Haag konventiónini ovaliga á skránni hjá Ættleiðingarfelagnum, sigur Poul Geert Hansen, nevndarlimur.
Endurskoðað ástøði.
Skráin fyri aðalfundin var annars sera fjølbroytt, og eitt av meir forvitsligu innsløgunum var ein fyrilestur hjá Hans Mourits Foldbo um menning av barninum.
Hans Mourits greiddi frá, at siðbundna ástøðið um avgerandi týdningin av tveimum teimun fyrstu árunum hjá barninum skal takast við fyrivarni. Seinnu árini eru sálarfrøðingar komnir eftir, at uppvøkstur og umhvørvi hevur størri týdning enn higatil hildið.
- Ættleiðingarforeldur hava ofta havt ta fatan, at tað vendist ikki aftur, um eitthvørt álvarsamt ella óheppið er hent teirra ættleidda barni, áðrenn tey fingu tað. Ivaleyst ávirkar slíkt onkusvegna, men tað verður ikki longur fatað, sum ein ófrávíkiligur dómur yvir barnið, og tað uggar sjálvandi ættleiðingarfamiljur, sigur Poul Geert Hansen.
Kunning
Ein av fremstu uppgávunum hjá felagnum verður at kunna um ættleiðing. Felagið hevur longu gjørt eina heimasíðu, har slóðir og adressir, umframt viðtøkur og endamál felagsins eru at finna. Eisini kunnu fólk seta felagnum spurningar umvegis heimasíðuna, sum hevur bústað á
www.aettleiding.fo