Tvøroyrar kommuna eigur 32 milliónir meiri í kassanum enn tey høvdu ætlað. Tað er úrslitið, nú roknskapurin hjá kommununi fyri í fjør, er gjørdur upp.
Býráðið hevur samtykt roknskapin fyri í fjør og úrslitið er, at ístaðin fyri at hava slakar 23 milliónir í halli, sum tey høvdu roknað við, høvdu tey slakar níggju milliónir í avlopi. Sostatt var úrslitið heilar 32 milliónir krónur betri enn tey høvdu ætlað.
Ein høvuðsorsøk til tað er, at fleiri arbeiði, sum býráðið hevði ætlað at seta í verk, vórðu av ongum í fjør. Tá ið fíggjarætlanin fyri í fjør varð løgd, var ætlanin at gera íløgur fyri slakar 28 milliónir, men tað vórðu bara brúktar góðar 11 milliónir.
Men samstundis vórðu inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu, 12,5 milliónir hægri í fjør enn tey høvdu væntað. Tey væntaðu at fáa 74,3 milliónir í inntøkum, men úrslitið var, at inntøkurnar vórðu 86,8 milliónir.
Inntøkan av kommunuskatti var 63,6 mió og inntøkan av partafelagsskatti var 4,5 milliónir milliónir og tað er slakar 11,6 milliónir meira enn tey høvdu væntað.
Tilsamans kostaði Tvøroyrar Kommuna 66,8 milliónir at reka í fjør og tað eru 2,6 milliónir minni enn tey settu av á fíggjarætlanini.
Í fjør rindaði Tvøroyrar Kommuna 3,5 milliónir í avdráttum og sostatt er skuldin nú komin niður á 0,3 álíkningar. Tá ið Tvøroyrar Kommuna skyldaði mest, var skuldin góðar átta álíkningar, sigur býráðið.
Í ár er skattaprosentið lækkað eitt prosent og sostatt er tað 20,9 prosent. Harumframt eru gjøldini fyri barnaansing og frítíðarskúlan broytt, soleiðis, at foreldur skulu í mesta lagi rinda fyri tvey børn, tí eiga tey fleiri børn, er ansingin fyri hini, ókeypis.
Kristina Roest, sum er vald í býráðið á kommunulistanum, sigur, at tað kemur óvart á hana, at tað eru heilar 32 milliónir á muni á fíggjarætlanini, sum býráðið leggur, og endaliga úrslitið.
Hon harmast um, at tær íløgur, sum býráðið hevur samtykt at fara undir, ikki vera gjørdar.
Hon vísir eisini á, at grannskoðarin hevur reist spurningin um at býráðið hevur heimild til at rinda rokningina til sakføraran, sum Kristin Michelsen bað kanna viðurskiftini, tá ið meirilutin samtykti, at hann ikki kundi vera borgarstjóri og løgtingsmaður ísenn.
Kristin Michelsen heldur, at tað var at ganga í smáum skóm at gera so nógv burtur úr eini rokning upp á 6.000 krónur og hann hevði fingið at vita frá øðrum sakførarum, at tað hevði kommunan fullan rætt at rinda.