Blandaða svimjingin hevur annars fleiri ferðir staðið í skugganum av crawl-stafettini hjá Føroyum, men mánakvøldið var hetta so eingin trupulleiki. Og føroysku svimjararnir vóru skjótir at staðfesta, at hetta heilt avgjørt var málið.
- Tølini søgdu, at vit skuldu klára tað. Svumu vit allir til okkara besta, so høvdu vit fýra sekund til góðar í mun til tað, sum hinir svumu í morgun. Tá var líkt til, at hinir veruliga kýttu seg, so vit vistu, at vit kundu røkka gullinum.
Í hylinum gekk tó ikki heilt so lætt. Tríggjar teir fyrstu teinarnar vóru Føroyar á øðrum plássi, men Pál Joensen togaði nógv inn í firvaldinum, og so kundi Kristian Olsen spurta seinasta pettið heim.
- Munurin var nú ikki so stórur. Skiftið hjá Beini gekk ikki so øgiliga væl, men tað hjá Kristian líktist næstan einum tjóvstarti, so har varð nakað vunnið aftur. Í eini 4X50 kann øgiliga nógv henda, og tíbetur riggaði tað so hjá okkum at vinna gullið at enda.
Gullið var tað triða føroyska á degnum, og føroysku svimjararnir ásannaðu, at nú eru vónirnar til teirra avrik skrúvaðar nakað upp.
- Nú eru vit flúgvandi. Í øllum førum haldi eg, at eg tori at siga, at tað verða í øllum førum meira enn tríggjar. Sjálvi høvdu vit at byrja við tosað um tíggju, men so var onkur, sum helt, at vit ikki skuldu leggja ov stórt trýst á okkum sjálvi. Tí varð málið sett niður til fimm, og tað eiga vit í øllum førum at klára, helt Kristian Olsen, tá hann fekk seinasta orðið.