- Enn eru nøkur fá pláss eftir til nøkur av skeiðunum, sum eru í Kvøld- og Ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu henda veturin. Eitt teirra er skeiðið í dugnaskaparroynd í sigling, sum endar við próvtøku.
Soleiðis siga tey í Kvøld- og Ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu.
- Prógvið gevur rætt til at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi. Harumframt eru kravdu lærugreinirnar í skeiðnum siglingarlæra, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæra.
Sagt verður, at í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara, og skeið í VHF er eisini íroknað. Næmingurin skal vera fyltur 15 ár próvtøkudagin, sum verður í mars 2026.
- Undirvíst verður týskvøld og mikukvøld í skúlanum á Skála, og undirvísarar verða Andre F. Danielsen og Anton Højgaard, siga tey í Kvøld- og Ungdómsskúlanum í Runavíkar kommunu.











