Tuberklar gera um seg í Danmark

Tað er vanlig hugsan millum fólk, at tuberklarnir eru at kalla útruddaðir á okkara leiðum, men so er ikki. Tvørturímóti vísa kanningar í Danmark, at har trívast tuberklarnir væl ímillum misnýtarar og onnur, ið halda til á teimum niðastu trinunum á tí sosiala stiganum.

Sambært Ugeskrift for Læger verða næstan 400 nýggir tilburðir staðfestir á hvørjum ári, og millum 60 og 70 teirra eru av tí trupla slangum at fáast við. Fyri 20 árum síðani staðfestu heilsumyndugleikarnir bara fimm sokallaðar truplar tilburðir um árið.

-Vit høvdu bara nakrar fáar, men nú hava við rættiliga nógvar, sigur Troels Lillebæk, deildarlækni á Serumstovninum, við tíðindastovuna Ritzau.

Í dag ber væl til at viðgera fólk við tuberklum, men tað er ein trupulleiki, at fólk drála við at fara til lækna, hóast tey hava sjúkueyðkennini. Tað ger, at sjúkan fær fótin fyri seg, og at tann smittaði kann smitta onnur.

-Vit kunnu ikki vænta, at misnýtarar og heimleys kvika sær til læknan, tí tey hosta ella fáa fepur, og tí er tað neyðugt hjá myndugleikunum at finna tey, sigur Troels Lillebæk. Í Keypmannahavn hava tey ein buss við røntgenútgerð, sum vitjar eitt nú Christiania og fleiri herbergi fyri at kanna, um nakar har hevur tuberklar. Nýliga vórðu 300 royndir tiknar, og kanningarnar avdúkaðu, at í sjey førum var talan um tuberklar.

-Tað er umráðandi, at vit staðfesta smittuna so tíðliga sum gjørligt, so tann smittaði ikki hevur fingið nøkur sjúkueyðkenni enn og heldur ikki kann smitta onnur, sigur Troels Lillebæk við Ritzau.