Fólkakirkjan:
Nú er innstillingin staðfest, og landsstýrismaðurin í Mentamálaráðnum, Bárður á Lakjuni, hevur útnevnt Tummas sum sóknarprest í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi, ið fevnir um Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Saksun, Nesvík, Langasandur, Haldórsvík og Tjørnuvík.
Tummas varð prestvígdur í Viborg dómkirkju 9. oktobur í 2022, tá ið hann gjørdist sóknarprestur í Sparkær-Gammelstrup og Stoholm. Januar 2024 – mai 2024 var hann virkandi sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi. Síðani juni 2024 hevur Tummas verið í tíðaravmarkaðum starvi sum virkandi hjálparprestur hjá prósti í Nes prestagjaldi. Afturat uppgávuni sum hjálparprestur hevði Tummas gudstænastur í kirkjusóknum, ið taldu færri enn 400 fólk.
Tummas byrjar í nýggja embætinum tann 1. august. Ætlandi verður innsetingargudstænasta í Hvalvíkar kirkju 16. august.










