Tungmálmsjól í Keypmannahavn

Hósmorgunin kl. 9.00 byrjaði sølan av atgongumerkjum til eina konsert, sum kann fáa fólk við alsk til gamlan rokk og tungmálm at sleva. Talan er um einki minnið enn eina Tungmálms jólakonsert 3. desember við Dio, Uriah Heep og Asia.


Konsertin verður í KB-Høllini í Keypmannahavn, og lítið er at ivast í, at fleiri føroysk andlit verða millum áskoðararnar. Atgongumerkini fáast á www.billetnet.dk.Dio, við fornøvnunum Ronnie James, hevur bæði sum einstaklingur og í legendarisku bólkunum Black Sabbath og Rainbow vunnið nógv tungmálmshjørtu, men eisini teir báðir gomlu superrokkbólkarnir Uriah Heep og Asia boða frá góðum hørðum rokki.