Tungt er at eta sítt egið - og tað stolið

-

Ein tann mest áhugaverda kanningin nakrantíð í Føroya søgu er almannakunngjørd: »Føroyar í kalda krígnum - ella hernaðarkanningin. Bankamál, undirgrund, fiskimark o.s.fr. er lítið afturímóti tí, sum verður avdúkað í hesi frágreiðing.

Tað týdningarmesta, ið eg havi fingið burturúr, eftir at hava nærlisið frágreiðingina, er hetta:


1. Hesin sonevndi ríkisfelagsskapurin hevur bygt á eina lygn:

Danska stjórnin og embætisverkið høvdu ongantíð ætlað at senda nakrar pengar til Føroya ella at byggja nakað vælferðarsamfelag. Tað vóru amerikanarar, ið trýstu donsku stjórnina at senda pening til Føroya, til tess at sleppa undan, at sjálvstýrisrørslan gjørdist ov sterk. Danir seldu pening av Marshallhjálpini, sum føroyingar sjálvsagt áttu sín part av, og kallaðu hetta hjálp úr Danmark.

Hetta er sum funningsbóndin, tá hann var hjá Ormi bónda: »Tungt er at eta sítt egið - og tað stolið«.

2. Føroyskir politikarar hava biðið um pengar fyri at forða sjálvstýrinum:

Tað er skjalprógvað, at ein føroyskur løgmaður í 1959 fór til Danmarkar og bað um pening við teirri grundgeving, at annars gjørdist Tjóðveldisflokkurin og sjálvstýrisrørslan ov sterk.

3. Føroyar hava verið brúktar sum limagjald og skjøldur fyri Danmark:

Frágreiðingin prógvar, at danska stjórnin nýtti Føroyar og Grønland sum limagjald til Nato, og sum skjøldur fyri at sleppa undan amerikanskum troppum í Danmark. Harvið slapp Danmark undan einum stórum vanda í kalda krígnum, meðan vandin fyri føroyingar og grønlendingar øktist samsvarandi.

4. Føroyskir løgmenn vistu um nógv, sum ikki varð sagt løgtingi og fólkinum:

Føroyskir løgmenn vórðu kunnaðir um fleiri loynidómar. Teir valdu tó at vera loyalir móti donsku stjórnini, heldur enn móti løgtingi og føroyska fólkinum.

5. Ein greið ætlan varð løgd fyri at forða føroyskum sjálvstýri:

Tá sjálvstýrislandsstýri varð skipað í 1962, spurdu amerikanarar, hvat danska stjórnin ætlaði at gera við tað. Teir fingu svarið, at danska stjórnin hevði tamarhald á støðuni. Hon satsaði uppá, at føroyingar ikki fingu semju um eitt útspæl. Um tað kortini eydnaðist, fór hon at royna at draga tíðina út. Og eydnaðist tað ikki, fór hon at leggja eitt týðiligt trýst á landsstýrið. Hetta skuldi gerast við at taka fram, hvussu heftir føroyingar vóru av donskum pengum og danskari umsiting. Landsstýrið kundi sostatt fáa nóg mikið av togi til at heingja seg sjálvt, sum teir orðaðu seg.

Hetta er júst tað, við síggja í dag. Og ætlanin verður væl stuðlað av føroysku andstøðuflokkunum.


Hví verður hetta tagt burtur í fjølmiðlunum?

Onkrir fjølmiðlar hava gjørt nakað burturúr kanningini, men hetta hevur ikki fingið serligt pláss. Sjónvarp Føroya hevur als ikki tikið hana uppá tunguna. Tá vit hugsa um, hvussu nógv sjónvarpið annars hevur gjørt burturúr málum sum bankamálinum, skipamálunum, undirgrundini o.s.fr., tykist hetta sum ein sera løgin raðfesting. Hendan kanningin hevur upplýsingar, sum hava alstóran týdning fyri framtíðarstøðu Føroya, og sum ikki verða lagdir fram fyri almenningin.

Tí vil eg fegin alment spyrja sjónvarpsstjóran:

Hví hevur SVF ikki tikið hetta stórmál upp?

Metir SVF ikki at hetta er partur av uppgávu sjónvarpsins sum almennur upplýsingarmiðil?

Kann tað ikki fáa óhepnar avleiðingar, at slíkir upplýsingar verða afturhildnir í landsins kanska týdningarmesta fjølmiðli?

Ætlar SVF at gera nakað við hetta mál?

Tórbjørn Jacobsen, Kaldbak