Nú verður tað fyrsta dagin, at grabbin verður settur í arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, hevur nevniliga lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta pengar til tunlarnar Norður um Fjall. Í hesum sambandi sigur hann, at ætlanin er at fara undir at gera vegirnar í sambandi longu í ár, og arbeiðið upp á sjálvar tunlarnar byrjar av álvara næsta ár.
Fyri tíggju árum síðani, í 2010, varð uppskot eisini lagt fyri Løgtingið at gera tunlarnar og tá varð mett at teir kostaðu 252 milliónir. Tá varð ætlanin slept og nú er væntandi, at teir kosta tað dupulta, ella 522 milliónir og tað er hendan upphæddin, sum landsstýrismaðurin vil hava Løgtingið at samtykkja at játta.
Verður uppskotið samtykt, kann landsstýrismaðurin gera bindandi avtalur hesi næstu árini fyri alla verkætlanina og fara undir at gera tunlar norður um Fjall, við tilhoyrandi vegagerð.
Tað koyra umleið 2.000 akfør ígjøgnum tunlarnar um dagin, men væntandi fer ferðslan at økjast, sum frá líður.
Teir nýggju tunlarnir verða lagdir á sama staðið har núverandi tunlar eru. Fýra feløg hava bjóðað seg fram at gera arbeiðið. Tað er annars klárt at bjóða arbeiðið út og trý av teimum byggifeløgunum eru boðin at vera við í kappingini um arbeiðið.
Í ár eru annars 15 milliónir játtaðar til arbeiðis, men tað er ikki væntandi at brúk verður fyri meiri enn fimm millónum til vegagerð í ár og restin verður so til taks næsta ár og annars fer tað at taka fýra ár at gera tunlarnar.