Tað verður ikki heit enn, at greiða fæst á, hvørja støðu, fíggjarnevndin hjá Løgtinginum hevur til at gera tunnil til Dals og tunnil til Fámjins.
Eitt uppskot um at Landsverk skal gera tunnil til Fámjins beinanvegin, hevur ligið súltað í Fíggjarnevndini síðani sjeynda november. Nevndir hjá Løgtingi hava ein mánað at avgreiða eitt mál, men har hendi einki í hesum føri, og 10. desember, bað Fíggjarnevndin um at fáa freistina longda til 10. januar, og tað fekk hon.
Eisin tann freistin er eisini langt síðani farin, men enn er einki hent. Harafturat hevur eitt uppskot um at bjóða arbeiðið at gera tunnil til Dals, ligið í Fíggjarnevndini síðani 11. desember, men heldur ikki tað er avgreitt.
Ein orsøk til at málini hava drigið út, er, at ósemja hevur verið um formansskapin í Fíggjarnevndini. Tá Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum, misti samgongan samstundis meirilutan í nevndini, og tað høvi brúkti andstøðan til at krevja, at nevndin fekk nýggjan formann.
Ruth Vang, forkvinna í nevndini, vildi ikki lata formansskapin frá sær við góðum, men at enda eftirlíkaði hon, og nú er Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum, valdur til formann í nevndini. Hesa seinastu vikuna er gongd sostatt aftur komin á arbeiðið í Fíggjarnevndini, sum hevur nógv mál, sum langt síðani átti at verið avgreidd, tí freistin er farin.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at ætlanin var at hava málini um tunlarnar avgreitt at leggja fyri Løgtingið á tingfundinum í morgin, men tað eydnast ikki. Orsøkin er, at limirnir hjá samgonguni í nevndini hava biðið um at fáa tað útsett, tí tey vilja hava greiði á ymsum viðurskiftum.
Hann sigur, at støðan hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini er greið, men samgongan er ikki til reiðar at taka støðu í málunum enn, sigur hann.
Men hann sigur, at ætlanin er at avgreiða tey í næstu viku. Hinvegin hevur Fíggjarnevndin avgreitt málið um at gera eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi, og hon hevur eisini avgreitt málið um at gera gjaldið úr Samhaldsfasta, skattafrítt. Og somuleiðis er hevur nevndin avgreitt málið um landsroknskapin fyri 2017, og tey trý málini eru klár at leggja fyri Løgtingið aftur, sigur formaðurin í Fíggjarnevndini.