Tunlarnir norður um fjall eiga tørn

- Eg góðtaki á ongan hátt, at tunlarnir norður um fjall skulu bakka fyri aðrari íløgu einaferð aftrat, sigur Steffan Klein Poulsen.

 

TNF (tunlarnir norður um fjall) eru mest átrokandi íløgan í føroyska vegakervinum, tá hugsað verður um fólkatal, ferðslu og trygd.

Hyggja vit eftir kostnaðinum á ymsu tunlunum, ið skulu avloysa vandamiklar farleiðir í samferðsluætlanini hjá Landsverk - í mun til fólkatal og ferðslu - er prísurin nógv lægstur fyri TNF. Orsøkin er, at heili 910 fólk búgva norðan fyri fjall og av tí sama eru bundin at hesi einu farleiðini.

Farleiðirnar til Dals (43 fólk), Fámjins (79 fólk) og Tjørnuvíkar (53 fólk) eru eisini vandamiklar farleiðir, sum skulu dagførast, men tað eru nógv færri fólk, ið eru bundin at hesum farleiðum.

Talvan (sí mynd, niðast) við tunlunum úr samferðsluætlanini vísir, hvat íløgurnar kosta fyri hvønn íbúgva og fyri hvønn bil á hesum vandamiklu farleiðum. (Tølini fyri ferðsluna eru metingar, tí teljingar eru bert tøkar frá 2012 á Landsverk.fo).

Her síggja vit t.d., at TNF (tunlarnir norður um fjall) kosta 430.000 ella 510.000 krónur fyri hvønn íbúgva, ið er bundin farleiðini, meðan Fámjinstunnilin kostar 1.440.000 krónur fyri hvønn íbúgva í Fámjin.

Trygdin er eisini ein avgerandi faktorur fyri raðfesting av tunlum. TNF eru samanlagt 3,8 km. av eitt-sporaðum tunli - uttan nakað slag av trygd. Tunlarnir eru samstundis smælstu og lægstu tunlar í Føroyum. Tað er ringt at finna nakað annað vegastrekki í Føroyum, sum er líka afturúrsiglt sum TNF.

TNF (tunlarnir norður um fjall) eiga ikki at bakka fyri øðrum íløgum aftur. Hetta er ein lutfalsliga stór íløga at gera, men tann umberingin kann ikki brúkast longur. Nú eiga teir tørn.

Hyggja vit eftir talvuni (niðast), síggja vit, hvussu stórt trýst er á farleiðini norður um fjall.

464 miljónir krónur kann ljóða av nógvum pengum í mun til tær 114 miljónir krónurnar, sum Fámjinstunnilin kostar (prísir frá 2018). Eg vil tó enn einaferð undirstrika, at tað búgva 910 fólk norðan fyri fjall og bert 79 fólk í Fámjin.

Eg góðtaki á ongan hátt, at TNF skulu bakka fyri aðrari íløgu einaferð aftrat.

##med2##