Turið fekk Nordfag virðislønina 1999

Dómsnevndin valdi at geva Turið Debes Hentze Nordfag prísin, fyri við sínum hugburði í skrift og talu at ávirka miðlarnar og givið teimum, sum ræði hava nakað at hugsað um

Fyri nøkrum mánaðum síðani vóru tey trý, Frits Johannesen, Ingvør Nolsøe og Óli Petersen biðin um at manna Nordfag dómsnevndina, sum hevur til endamáls at finna ein persón, sum verður mettur egnaður til at fáa Nordfag virðislønina, sum verður latin fyri at arbeiði fyri at menna public-service hugtakið í almenna kjakinum.

Tey trý í dómsnevndini hava síðani tey vóru biðin fylgt við í kjakinum og tey komu til ta niðurstøðu, at virðislønin skuldi latast Turið Debes Hentze, advokati.

Í niðurstøðuni siga tey trý, at Turið Debes Hentze við sínum hugburði í skrift og talu hevur ávirkað miðlarnar og givið teimum, sum ræði hava nakað at hugsa um. Hetta er komið fram í orðaskifti um kvinnur í politikki, líkaløn, barnsburðarfarloyvi, kvinnur sum prestar, kvinnur í nevndarsessum, málkjaki o. s.. fr.

Turið hevur ikki gjørt hetta fyri egnan vinning staðfesta tey trý, og leggja afturat, at hon sum kvinna hevur sagt og nomið við eym mál, sum hava almennan týdning, júst tí sum public service hugtakið stendur fyri - at fáa innlit í samfelagsmál, vitan, føroyskt mál og mentan. Eisini at fáa onnur at skilja tann politikk, sum hon sjálv stendur sum talsmaður, sum forkvinna i javnstøðunevndini.

Tað, sum dómsnevndin hevur lagt til merkis er, at Turið Debes Hentze altíð er væl fyrireikað tá ið hon gevur seg til kennar við sínari hugsan. Tað sum hon »leggur seg út í« er mangan ótakksamt, og til tíðir argast fólk inn á hennara meiningar. Í einum demokratiskum landi eigur hetta at verða viðurkent, sum ein partur av tí demokratisku gongdini.

Hetta hevur Turið Debes Hentze, advokatur megnað, og tí samtykti dómsnevndin at veita henni Nordfag virðislønina 1999.