Turið: Vit spældu sum eitt 2. deildarlið

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Turið Arge Samuelsen taka samanum eitt vánaligt avrik hjá Kyndli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli aftaná 12-17 (4-6) tapið hjá kyndilskvinnum ímóti Neistanum í kvøld.

 

- Vit spældu, sum eitt 2. deildarlið er harði dómurin Turið fellur yvir seg og liðfelagarnar, tá hon skal seta orð á ógvuliga slaka avrikið, har kyndilskvinnur bara skutu 12 mál, og bara fýra av teimum í fyrra hálvleiki.

 

- Ein kann ikki vinna ein dyst við bara at skjóta 12 mál, staðfestir Turið Arge Samuelsen. Hon heldur heldur ikki, at hon og liðfelagarnir lurtaðu eftir tí, sum venjarin Andrias F. Hansen hevði at siga við hana og liðfelagarnar í einari roynd at venda gongdini. 

 

- Ein skeiv sending er tað fúlasta ein kann gera, sigur ein vónbrotin Turið Arge Samuelsen. Turið Arge Samuelsen heldur tó, at hon og liðfelagarnir fara at megna at halda VÍF aftanfyri seg á stigatalvuni, og fara at megna at vinna seg í FM finalurnar, har Neistin verður mótstøðuliðið.

 

Støðan í hvonndeildini : 

 

1Neistin174153209530
2Kyndil163633036022
3VÍF164223942821
4Stjørnan15318403-859
5StÍF16324378-548
6VB16360404-446