Turka nú rokningina upp í allar føroyingar

Vit skulu heldur forbjóða bankunum at bera seg soleiðis at, sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður

 

Nú verður rokningin turkað upp í hvønn einasta føroying og tí taka vit ikki undir við hesum. Tað sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður í flokkinum.

Bankarnir eru farnir at taka negativa rentu frá teimum, sum eiga nakað nevnivert av pengum í bankanum. Tað merkir, at fólk, sum hava nakað av pengum í bankunum, fáa ikki rentu av tí, tvørturímóti skulu tey rinda bankanum pengar fyri at hava pengar.

Og nú hevur landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið, at tær fyritøkur, sum rinda negativa rentu, skulu fáa loyvi til at draga tær frá í skatti.

Men tað tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við. Aksel V. Johannesen sigur, at verður tað sett í verk, hevur politiski myndugleikin samstundis góðtikið, at bankarnir taka negativa rentu. Samstundis er avleiðingin tann, at nú verður rokningin fyri ta negativu rentununa turkað upp í hvønn einasta føroying, tí nú skal skattgjaldarin rinda fyri tað.

Hann heldur, at politiski myndugleikin eigur tvørtur ímóti at forbjóða bankunum at taka negativa rentu yvirhøvur.

Hann sigur, at tað er ikki av neyð, at bankarnir taka negativa rentu, tí teir hava nýliga almannakunngjørt, at teir hava hundraðtals milliónir í avlopi, samstundis sum at teir rinda partaeigarunum vinningsbýti.

Tvørtur ímóti eggjar tann negativa rentu til, at tey, sum eiga pengar, taka teir úr bankunum og keypa sethús fyri tey, og tað hevur trýst bústaðarprísirnir til himmals, og tað er ein stórur trupulleiki hjá vanligum fólki.

Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, heldur, at vit eiga at gera meiri burtur úr at stýra bankunum. Men tað vísir seg, at semja er um, at tá ið tað gongur teimum væl, skal politiski myndugleikin halda fingrarnar burtur, men tá ið teir koma í kreppu, skulu politikarar, og skattgjaldarin, hvørja ferð standa til reiðar at bjarga teimum.

Tìskil heldur hann, at Løgtingið eigur at umhugsa at nokta bankunum at taka negativa rentu. Men skulu fyritøkur sleppa at draga negativa rentu frá, eiga vanlig fólk eisini at sleppa tað, sigur Páll á Reynatúgvu.

Bill Justinussen, tingmaður heldur, at tað er betri at gera tað lagaligari at hava pengar í bankanum, tí so slepst kanska undan spekulatión í sethúsum. Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum, og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, taka ikki undir við, at politiski myndugleikin leggur seg úr í smálutir um, hvussu bankarnir reka sítt virksemi.