Turkaland basti vertunum

Stór sorg er í Japan, eftir at japanska landsliðið tapti 1-0 móti Turkalandi í øðrum umfari í HM-endaspælinum. Umit Davala fekk einasta málið tíðliga í dystinum

Í oysandi regni druknaðu vónirnar hjá japanarum um ein sess í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum. Turkaland vann dystin við einum máli móti ongum. Vertirnir úr Japan eru tískil úti av endaspælinum, eftir at liðið heldur óvæntað vann sín bólk.
Turkaland fekk einasta málið í dystinum, og tað kom longu eftir ellivu minuttir. Turkaland fekk hornaspark, og Umit Davala kom at standa púra leysur í brotsteiginum. Hann hevði tí lætt við at skora við høvdinum, og hetta var hansara næsta mál í endaspælinum.
Hóast Japan fekk ein dyggan smeit so tíðliga í dystinum, so helt liðið fram við álopssinnaðum fótbólti. Hetta gav tó ongantíð bonus.
Bestu royndina hevði brasilski áleyparin Alex, sum nú hevur japanskan borgararætt, tá hann sendi eitt fríspark móti málinum. Skotið rakti træverkið, og nærri komu japanar ikki.
Turkaland lat Japan hava bóltin stórar partar av dystinum, men turkiska verjan stóð stinn, og japanska álopið hevði ógvuliga ilt við at skapa nakrar veruligar málmøguleikar.

Tárini runnu
Japansku spælararnir grótu innarliga eftir dystin, nú teir ikki sleppa at halda fram í hesum HM-endaspælinum.
Tað skal tó sigast, at Japan hevur staðið seg væl. Liðið vann innleiðandi bóltin við at vinna tveir dystir og spæla ein javnt. Fleiri eygleiðarar høvdu als ikki væntað, at Japan fór at koma víðari, men Japan spældi rættiliga sannførandi í fleiri dystum. Eisini stóð japanska liðið fyri undirhaldandi álopsfótbólti. Venjari hjá Japan er fransmaðurin Phillip Troussier, og hann kann sum heild vera errin av sínum monnum, hóast fleiri høvdu væntað, at Japan hevði góðan møguleika at vinna á Turkalandi.
Við sigrinum skrivar turkiska landsliðið søgu, tí liðið hevur ongantíð áður spælt seg fram til fjórðingsfinaluna í einum HM-endaspæli. Turkaland møtir nú Senegal í næsta umfari.