Sveis hevði tørv á stigum, um teir skuldu gera sær far um at koma víðari úr EM-bólkaspælinum. Sveis mátti til dystin vera ein skaddan Alexander Frei fyri uttan, men av heimaáskoðarunum í Basel skuldu teir verða bornir fram.
Í nógvum regni og váta vøllinum kom heimaliðið best frá byrjan, og kundu við máli frá Hakan Yakin, sum er føddur nevniliga í Basel, fara til hálvleiks við 1-0 leiðslu.
Turkaland vildi tað tó øðrvísi í seinna hálvleiki. Sveis var væl við, men frammanfyri málinum vóru turkar kaldir. Eftir einum tíma eydnaðist tað Semih Sentürk at stúta bóltin í netið til 1-1.
Eftir hetta var Sveis omaná, og var eisini tætt við at fáa avgerandi málið. Tað var tó Turkaland, ið endaði við at strúka við sigrinum og bresta EM-vónirnar hjá Sveis. Tveir minuttir inni í yvirtíðini skoraði Arda Turan til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-1 til Turkaland.
Sveis - Turkaland 1-2 (1-0)
1-0 Hakan Yakin, 32.
1-1 Semih Sentürk, 57.
1-2 Arda Turan, 92.