Tvey veik brúgvaløg, eystan og vestan fyri Føroyar, liggja nærum í stað og vikna. Sunnudagin liggur ein hátrýstsryggur beint eystan fyri Føroyar. Í næstu viku fer hátrýstsryggurin í ein landnyrðing og brúgvaløg við regni og vindi nærkast av vestri.
Í dag
Skýggjaðð ella támut, men yvirhøvur turt. Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s og hitin um 10 stig. Í kvøld og í nátt makar hann spakuliga vindin í lot til andøvsgul av suðri og landsynningi. Yvirhøvur turt og sum frá líður klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s. Turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig, um náttina niður í 3 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Sólin sær, men um náttina møguliga ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Týsdagin
Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrrapartin sæ sólin, møguliga verður samdrigið og um kvøldið fer at regna. Hitin millm 5 og 10 stig.
Mikudagin
Andøvsgul upp í ein strúk av vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum hækkar í ein útsynning og vestan. Í løtum upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyrrapartin samdrigið og regn, seinni klárar í av vestri, tó verður ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Hann hækkar í ein vestan og makar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyrrapartin samdrigið og regn, seinni klárar í og tað verður yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 10 stig.