Turt í morgin og ovurmorgin

Komandi dagarnar streymar lýggj og óstøðug luft inn yvir Føroyar av suðri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og landsynningi, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Skýggað og regn, men seinnapartin samdrigið, í støðum klárt, men onkuntíð ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig, í nátt millum 5 og 8 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um kvøldið andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Út á náttina snarar hann í ein sunnan og makar nakað. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin um dagin um 8 stig, um náttina millum 4 og 7 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað og regn av og á. Hitin um 8 stig.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin um 8 stig.

 

Leygardagin

Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, fyri tað mesta av landsynningi og útsynningi. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.