Manchester United, sum seinastu árini hevur havt heldur misjøvn úrslit í Premier League, hevur í ár fingið eina flúgvandi byrjan uppá nýggja kappingárarið. Í dag vann Manchester United annan dystin í kappingaráirnum, tá teir á útivølli móti Swansea vunnu 4-0.
Sostatt er talan um annan 4-0 sigurin hjá Manchester United á rað, tí í fyrsta umfarinum móti West Ham vann Manchester United eisini 4-0.
Tað var annars lítið ið bendi á undir dystinum, at talan skuldi gerast um ein so sannførandi sigur. Tí tá 10 minuttir restaðu av dystinum, var støðan einans 1-0 til Manchester United. Sum heild var Manchester United omaná leikliga, tó uttan at spælið koyrdi eins væl sum tað gjørdi í seinasta dystinum móti West Ham.
Manchester United legði seg á odda 1-0 beint fyri hálvleik, tá Eric Bailly var fyrstur á einum returbólti eftir hornaspark. Í seinna hálvleiki øktu Romelu Lukaku, Paul Pogba og Anthony Martial um munin fyri Manchester United, soleiðis at talan gjørdist um trivaligan sigur.
Annar stórsigurin ber við sær, at tað mestsum við fullari vissu verður Manchester United, sum fer at liggja á odda í Premier League tá allir dystirnir í øðrum umfari vera leiktir.
Swansea – Manchester United
0-1 Eric Bailly, 45.
0-2 Romelu Lukaku, 81.
0-3 Paul Pogba, 82.
0-4 Anthony Martial, 84.